Eftir at Vágaverk settu lív í fjøldina við sanginum Hvar Baby, var tíðin komin at lata virðislønirnar fyri Ársins Átak og Ársins Videolag.
Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum, handaði heiðurslønina fyri ársins átak. Í fjør var tað tiltakið Hoyma, ið vann.
- Ársins átak hevur verið leingi ávegis, men nú er tað so her. Ársins átak er Reinsaríið, segði Jonhard Hammer.
Reinsaríið í Tórshavnar kommunu opnaði í fjør. Tað er Bogi Andreasen, ið er leiðari av spælistøðunum báðum í Tórsgøtu í Havn, Reinsarínum og Perluni. Síðani Reinsaríið opnaði fyri góðum ári síðani, hevur Bogi Andreasen megnað at skipa fyri regluligum konsertum við bæði føroyskum og útlendskum nøvnum, bæði kendum og minni kendum.
Dánjal á Neystabø trein síðani á pall og framførdi ein sang fyri áskoðarunum. Síðani trein Barbara Samuelsen, mentanarleiðari á Kringvarpinum, á pallin at handa heiðurslønina fyri ársins videolag.
Videolagið Rain hjá Eivør vann heiðurin sum ársins videolag í ár. Tað er Heiðrik á Heygum, ið hevur leikstjórnað lagið. Huglagið í kykmyndini er eitt sindur “gamaldags”, eins og at hon er tikin upp í fimti- ella sekstiárunum. Kykmyndin ferðast bæði undir og yvir vatni.
- Ársins videolag ger eitt framman undan vakurt lag til eitt heilt serstakt upplivilsi, segði Barbara Samuelsen.
Eivør varð ikki sjálv til staðar, hon er í Berlin, men nýtti høvi, umvegis video, at takka Heiðrikki í Heygum fyri væla arbeiði.
Hini tilnevndu videoløgini vóru hesi:
Byrta - Í tínum eygum
Brynjolfur - The Save
Guðrun & Bartal - Tilvitskuleinkjur
Týr - The Lay of Our Love