Havnin skal hava ein vinnupolitikk

Sjóneykan skal nú setast á vinnulívið í høvuðsstaðnum sum heild.

 

 

Tórshavnar býráð samtykti hósdagin, at kommunan skal orða ein vinnupolitikk.

 

Býráðið skriare, at høvuðsstaðurin er ein kommuna í vøkstri og arbeitt verður stig- og miðvíst við at menna býin og bygdirnar soleiðis, at fólk trívast og støðast í allari kommununi.

 

Seinnu árini hevur kommunan sett fokus á ferðavinnuna og ferðavinnupolitikk, tí mett verður, at ferðavinnan er eitt av týðandi amboðunum at skapa góð samfeløg við trivnaði, vøkstri og menning.

 

– Tíðin er búgvin til, at ein vinnupolitikkur verður orðaður soleiðis, at býráðið, umsitingin og vinnulívið hava felags mál at arbeiða fram ímóti og eina ætlan fyri, hvussu málini verða rokkin.

 

Tí verður farið undir at orða ein vinnupolitikk í Tórshavnar kommunu, skrivar býráðið, sum eisini leggur afturat, at tað er ikki uppgávan hjá kommununi at reka vinnulív. Tað ger privata vinnan.

 

– Uppgávan hjá kommununi er heldur at skapa hóskandi karmar soleiðis, at vinnan og vinnuliga virksemið kunnu virka, mennast og vaksa.

 

Tørvur er at arbeiða meira skipað og miðvíst við hesum málum og vinnulívsøkinum sum heild.

 

Umboð fyri vinnuna vísa við jøvnum millumbili á, at vinnan hevur tørv á betri kørmum at virka undir, at tað er ov trupult og fløkt at samskifta við kommununa, og at kommunan sum heild tykist ov langt burtur frá vinnulívinum.

 

Politiski viljin er, at tað áhaldandi skal arbeiðast við at skapa góðar og fjølbroyttar karmar fyri vinnulívið og áhaldandi vinnulívsmenning í høvuðsstaðarkommununi.

 

Mett verður, at ein vinnupolitikkur eigur at verða orðaður, sum hevur til endamáls at skapa hóskandi karmar fyri vinnulívið og vinnulívsmenning í Tórshavnar kommunu.

 

Politikkurin er eitt gott amboð at arbeiða eftir, og tilgongdin við at orða politikkin kann eisini viðvirka til spírandi og gevandi samskifti og samstarv millum politisku skipanina, umsitingina og vinnuna í kommununi.

 

Royndirnar frá arbeiðinum við ferðavinnupolitikkinum vísa, at ferðavinnupolitikkurin hjá kommununi hevur verið eitt gott og neyðugt amboð hjá øllum, sum arbeiða við ferðavinnu. Flestu tilmælini úr undanfarna politikki eru sett í verk, og í sambandi við, at nýggjur politikkur varð orðaður, varð nógv tíð og orka løgd í at taka borgarar og ferðavinnuna við uppá ráð.

 

Samanumtikið verður mett, at arbeiðið við vinnupolitikki eigur at verða skipað eftir sama leisti sum ferðavinnupolitikkurin.

 

Partur av arbeiðinum við at orða vinnupolitikk er at fáa yvirlit yvir vinnulívið í Tórshavnar kommunu, og at fáa til vega neyðug hagtøl, sum lýsa vinnulívið, og hvønn týdning vinnulívið hevur fyri búskapin í kommununi og landsbúskapin.

 

Eisini eigur at verða hugt eftir, hvønn leiklut kommunan hevur í vinnulívinum í høvuðsstaðnum.

 

Næsta stig er at gera tilmæli um átøk, sum skulu skapa hóskandi karmar fyri vinnulívið og vinnulívsmenning í kommununi.

 

Arbeiðið verður skipað við einum arbeiðssetningi, arbeiðsbólki við umboðum fyri avvarðandi partar, og er ætlanin at seta eitt verkætlanarfólk at standa fyri arbeiðinum.

 

Arbeiðsbólkurin skal lýsa vinnulívið í Tórshavnar kommunu, og fáa til vega neyðug hagtøl, sum lýsa vinnulívið og hvønn týdning vinnulívið hevur fyri búskapin í kommununi og landsbúskapin.

 

Eisini skal arbeiðsbólkurin lýsa verandi mannagongdir, sum eru innanhýsis í kommununi í sambandi við málsviðgerð og samskifti sum heild millum vinnu og umsiting.

 

Lýsingin skal somuleiðis fevna um verandi leiklut hjá Tórshavnar kommunu í mun til vinnulívið og vinnulívsmenning.

 

Arbeiðsbólkurin skal eisini gera uppskot til vinnupolitikk og átøk.

 

• Uppskotið til vinnupolitikk skal leggja dent á, hvussu kommunan best

 

kann skapa karmar fyri, at vinnulívið kann virka, mennast og vaksa

 

• Uppskotið skal gera greitt, hvør er uppgávan hjá ávikavist kommununi og vinnuni í strembanini eftir at skapa eitt fjølbroytt og burðardygt vinnulív í høvuðsstaðnum.

 

• Lýsingin og tilmælini skulu vera grundað á viðkomandi hagtøl, kanningar og frágreiðingar. Gjøgnum samskifti við vinnulív, handilsfeløg, áhugabólkar og onnur skal arbeiðsbólkurin tryggja, at sjónarmiðini hjá ymsu pørtunum verða viðgjørd í arbeiðinum at orða vinnupolitikkin.

 

Uppgávan er eisini at koma við eini tíðarætlan fyri íverksetan av tilmælunum, meting av ábyrgdarbýtinum og kostnaðarmeting av átøkunum.

 

Arbeiðið at orða vinnupolitikk hevur útreiðslur við sær fyri kommununa. Samanlagt verður mett, at arbeiðið kostar 500.000 kr., til verkætlanarfólk, arbeiðsbólk, prent og hagtøl frá Hagstovu Føroya.

 

Deildarleiðarin á Stjórnarskrivstovuni og kommunustjórin mæla vinnunevndini til at taka undir við tilmælinum um at fara undir arbeiðið at orða ein vinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu.

 

Málið varð samtykt í vinnunevndini og í fíggjarnevndini, sum samtykti at beina málið í býráðið umvegis viðkomandi nevndir til kunningar.

 

Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi hósdagin.