Havnin skal skipast betur arkitektoniskt

Borgarstjórin í Havn helt fríggjarmorgunin tíðindafund, har greitt varð frá, hvat býráðið hevði umrøtt á seinasta býráðsfundi. Flestu málini snúðu seg um byggiætlanir, har býráðið nú ætlar at taka onnur fyrilit

Kommunalpolitikkur

Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, skipaði fríggjamorgunin fyri einum tíðindafundi í glæsiligu hølunum í Gamla Kommunuskúlanum, nú umsitingarligur bygningur hjá Tórshavnar Kommunu.
Endamálið við fundinum var at kunna fjølmiðlarnar um, hvat hevði verið á skránni á býráðsfundi kvøldið fyri, og hvørjar avgerðir vórðu tiknar á fundinum.
Á býráðsfundinum hóskvøldið vóru nógv mál á skránni. Millum hesi vóru so kend mál sum íløguætlan og Rás Tórshavn.
Býráðið samtyki á fundinum eina íløguætlan, ið inniber, at Tórshavnar Kommuna í 2002 fer at gera íløgur fyri í mesta lagi 84 míó kr. Orsakað av reglunum um íløguloft kann kommunan ?bert? seta 64 mío av til íløgur, umframt í mesta lagi 20 mió til Tórshavnar Havn.
Á íløguætlanini er nógv tann størsta íløgan hon, ið verður latin til barnaansing. 19,2 mió fara í ár til íløgur innan barnaansing. Vegirnir hjá kommununi fáa 8,8 mió og ítróttar- og frítíðarvirksemi fer avstað við 4 mió, harav tríggjar eru til ítróttarhøllina í Kollafirði.
Ein, sum upptekur nógva tíð hjá býráðnum, eru byggisamtyktir og gøtunøvn. Býráðið hevði á fundinum høskvøldið eina ørgrynnu av málum á skránni, sum snúðu seg um byggiloyvi og gøtunøvn.
Tvær nýggjar gøtur, Marknalíð og Dalalíð, fara í framtíðini at vera partar av býarmyndini í Havn. Tað er tó ikki bert sum at siga tað, at fara undir at seta nøvn á gøtur. Ein serliga nevnd er sett til endamálið, og hendan hevur eftir øllum at døma úr at gera.
Fyri uttan at at geva byggiloyvi og grundstykki (fyri vanligan prís) til felagið fyri sálarlig sjúk, so hevði býráðið eisini á orðið ætlanir, ið viðvíkja byggilistarligum ætlaninum hjá kommunan.
Sambært Jan Christiansen, býráðsformanni, miðjar býráðið eftir at geva býinum eitt betri heildarskap, har fyrilit skulu takast fyri tí byggilistarliga, og hugsast skal meira um, hvat mann ynskir við Havnini.
Borgarstjórin nevndi á fundinum eitt dømi við Gamla Apoteki, har hann fíltist á, at hetta er ein bygningur, ið er verður nýttur til skrivstovur einans, og sostatt ikki vendir nakað ?úteftir?, sum hann tók til.
Býráðið vil fegin hava, at ein nevnd eigur at kunna, í serligum førum, seta mark fyri, hvat fyri byggingin skal vera í býnum, sjálvt um hendan er í tráð við ásetingum í byggiloyvinum.
Jan Christiansen vísti á býráðsfundinum á, at teir í býráðnum eru vitandi um, at hetta verður torført at føra út í verk, tí fleiri løgfrøðilig fyrilit eiga at takast. Samstundis vísti hann á, at byggisamtyktir ikki kunnu setast í gildi við afturvirkandi kraft, og harvið kunnu tvørleikar koma fyri.
Eisini málið um Rás Tórshavn varð reist á býráðsfundinum. Jan Christiansen visti at siga, at býráðið hevði avgjørt at gjalda 32.000 kr. fyri TV3 í februar mánað. Føroya Tele skuldi somuleiðis gjalda 32.000, tá ið Føroya Tele í hesum døgum er í samráðingum við Viasat og aðrar veitarar um eina framtíðarloysn viðvíkjandi Rás Tórshavn, ið væntandi heilt broytir skap. Talan verður mest sannlíkt um eina skipan, har borgararnir sjálvir skulu ogna sær ein móttakara, ið kann taka ímóti tí komandi talgilda signalinum frá Rás Tórshavn.