Heðin Mortensen, borgarstjóri
-- --
Tað er sera hugstoytt at lesa, hvat minnilutin í býráðnum førir fram, tí í fyrsta lagi er ikki rætt, at borgarstjórin er ímóti undirsjóvartunlinum. Borgarstjórin er fyri tunlinum, men ger bert tað, sum eitt samt býráð, harundir eisini Jan Christiansen og Sjúður Olsen, hava álagt honum í minst tveimum ymsum býráðssamtyktum, nevniliga at skipa soleiðis fyri, at tað slepst undan ferðsluruðulleika við innkomuvegirnar til høvuðsstaðarøkið. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er landsstýriskvinnan samd við kommununa um, at innkomuvegirnir mugu gerast. Vilji er bera ikki frá landsins síðu at seta pening av til endamálið.
Ivi tók seg í 2005 upp í býráðnum, um tað er rætt at fremja tað ætlaða 1. byggistigið av nýggjum innkomuvegi til Havnar úr Krákugjógv undir Húsareyni norður í Sundsvegin, í tí líki, ætlanin fyriliggur. Fleiri orsøkir vóru til ivan. Nógv er broytt á samferðsluøkinum, síðani hesin vegur var stungin út fyri 20 árum síðani. Fast samband er fingið í lag í Vágar og til Norðoyggjar, og um fá ár verður tunnilin millum Skálafjørðin og Suðurstreym ætlandi veruleiki. Aftrat hesum eigur eisini hædd at takast fyri føstum sambandi í Sandoynna í framtíðini.
At enda mátti staðfestast, at verkætlanin hjá Landsverk var gjørd soleiðis, at Tórshavnar kommuna skuldi brúka fleiri tíggjutals milliónir uppá sergjørdar vegaíbindingar, paralellvegir o.l., tí Landsverk vildi ikki loyva meira enn í mesta lagið tríggjar íbindingar á vegastrekkinum frá Kaldbaksvegnum til Marknagil. Tí metti býráðið tá, at hetta 1. byggistig av innkomuvegnum til Havnar átti at verða lagt og gjørt øðrvísi.
Semja í býráðnum
Ein meiriluti í býráðnum avgjørdi tí hin 15. desember 2005, at siga frá, at linjuføringin fyri innkomuvegurin eigur ikki at vera, sum hon er stungin út, men framd við tunli ella vegaføring upp um Húsareyn. Landsverk varð tá farið undir arbeiðið at gera ein lítlan part av nýggja innkomuvegnum. Talan var um strekkið frá økinum norðan fyri útstykkingina millum Gilja og suður í móti Villingardalsvegnum. Landsverk boðaði frá, at at hetta strekkið skuldi verða liðugt í 2008, og at strekkið frá Skarðshjalla og suður ímóti verandi atkomuvegi skuldi verða liðugt í 2012.
Spurninginum um hvørt innkomuvegurin frá Villingardalsvegnum og vestur í Marknagil skuldi gerast sambært ætlaðu linjuføringini hjá Landsverk – tvs. í brattanum paralell við Villingardalsvegin, ella sum tunnil undir Húsareyn, var viðgjørdur millum kommuna og landsstýrið. Hóast at landið um somu tíð sprændi milliónaupphæddir í tunnlar kring landið – m.a. í Leirvík og Hovi, har arbeitt varð við verkætlanum frá 70 upp í yvir 100 mió, so kravdi Innlendismálaráðið, at kommunan sjálv skuldi rinda fyri tunnil undir Húsareyn, hóast hetta var partur av landsveganetinum. Landið kravdi sostatt, at Tórshavnar kommuna skuldi rinda einar 30 mió av einum landsvegakervi – nakað sum ongantíð er hent fyrr í Føroyum fyri nakra kommunu.
Full semja er í býráðnum í 2007 og 2008 um, at tað er sera umráðandi, at av- og ákoyringar til nýggja innkomuvegin verða skipaðar í tøttum samstarvi við Tórshavnar kommunu. Tryggjast má ein góð fordeiling av ferðsluni, og at bæði verandi og komandi kommunala veganetið er ført fyri at lofta ferðsluni og fordeila ferðsluna á rættan hátt, fyri ikki at fáa ferðsluruðuleika inni í býnum.
Hin 21. juni 2007 var málið umsíðir so nógv viðgjørt í umsiting kommununar og býráðnum, at tásitandi býráð einmælt samtykti 20 punktir við krøvum sum kommunan setti til nýggja innkomuvegin. Millum teir býráðslimir, sum tóku undir við hesum vóru tveir av núverandi andstøðulimunum í býráðnum, Jan Christiansen og Sjúrður Olsen, sum nú í tíðindaskrivi leggja alla ábyrgd frá sær, og ákæra borgarstjóran fyri at vera ímóti Skálafjarðartunnlinum.
Enn ein samtykt
Fyri at vera vísir í síni søk, bað býráðið eisini ferðsluserfrøðingar hjá Rambøll & Nyvig um at gera eina ferðsluanalysu av verkætlanini hjá Landsverk. Henda ferðsluanalysa mælti m.a. til, at flest møguligar íbindingar á nevnda strekki verða gjørdar. Eitt einmælt býráð, eisini Sjúrður Olsen og Jan Christiansen, tóku undir við hesum á býráðsfundi 24. apríl 2008, og heitti samstundis á umsitingina at taka upp samráðingar við Vinnumálaráðið og Landsverk á hesum grundarlagi.
Borgarstjórin og umboð fyri teknisku nevnd hava síðan saman við umsitingini havt samskifti við landsstýriskvinnuna í innlendismálum – Anniku Olsen um málið. Men enn hevur Landsverk ikki broytt somikið sum eina striku í prosjektinum. Tað einasta, sum er hent er, at eitt lógaruppskot um Skálafjarðartunnilin varð sent til hoyringar við eini ósakliga stuttari svarfreist. Lógaruppskotið er gjøgnumseyrað av heimildum til landsstýrismannin at tryggja, at landskassin skal haldast fíggjarliga skaðaleysur. Men ikki so mikið sum eitt orð er nevnt um at halda kommununar við endan av tunnlinum fíggjarliga skaðaleysar, og tað er heldur ikki eitt orð nevnt um at tryggja framkomiligheit og nýggjan innkomuveg til Havnar, hóast at henda ætlan er eini 25 ára gomul.
Tað er hetta, borgarstjórin hevur mótmælt í sínum hoyringsskrivi. Og hetta mótmæli er ikki á nakran hátt í andsøgn við tær býráðssamtyktir, sum gjørdar eru í málinum, og sum Jan Christiansen og Sjúrður Olsen eisini hava tikið undir við. Í veruleikanum standa vit har í dag, at allir partar eru samdir um trupulleikan, men landsins myndugleikar hava ikki víst politiskan vilja til at seta pening av til endamálið. Hetta kunnu vit sum býarmyndugleiki sambært okkara egnu samtyktum ikki lata um okkum ganga, og tí skulu hesi viðurskifti heilt einfalt vera komin uppá pláss, áðrenn ferðslan kemur upp í Tórshavnar kommunu úr undirsjóvartunnlinum. Eg skal gera minnilutanum púra greitt, at linjan er løgd, og tað vera hvørki landsmyndugleikar ella privat feløg, sum broyta hesa støðutakan. Borgarstjórin stendur saman við meirilutanum um Tórshavnar kommunu.