Heldur enn at borgarstjórin í Havn fer niður í arbeiðstíð, áttu vit farið hinvegin og fingið okkum tveir borgarstjórar.
Tað heldur Jákup Dam, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi.
Í gjár bað Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavnar Býráð um loyvi at halda fram í fullum starvi sum borgarstjóri í Havn, samstundis sum at hann nú tekur sæti á løgtingið.
Tað samtykti býráðið eisini í gjár og sostatt fer Heðin Mortensen nú at røkja tvey størv, sum bæði eru mett at vera fulltíðarstørv.
Men tað tóku hvørki Jákup Dam, ella hini bæði umboðini hjá Tjóðveldi í býráðnum, Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal, undir við.
Tey halda øll trý, at ein borgarstjóri í Havn hevur meiri enn nóg mikið at takast við, serliga nú viðurskiftini skulu fáast í rættlag, eftir at kommunan hevur yvirtikið eldraøkið.
Jákup Dam heldur, at arbeiðsbyrðan hjá borgarstjóranum í Havn er so stór, at heldur enn at fara niður í tíð, eiga vit heldur at fara hinvegin og at skipa Tórshavnar Kommunu við tveimum borgarstjórin, heldur Jákup Dam.
- Tað er so krevjandi at vera borgarstjóri í Havn, at rætti vegurin at farið, hevði verið at havt tveir borgarstjórar í Tórshavnar Kommunu, sigur hann.
Í øðrum kommunum kann borgarstjórin setast niður í hálvt starv, men tað kann hann ikki í Tórshavnar Kommunu.