Havnin átti ársins talgilding

Tórshavnar kommuna varð í vikuskiftinum heiðrað fyri at eiga ársins talgilding. KT-dagur var í Norðurlandahúsinum, sum KT-felagið skipaði fyri, og har skuldi ársins talgilding kjósast.

Tórshavnar kommuna nýtir skipanina "Invoices workflow," og henda varð kosin ársins talgilding. Skipanin váttar og avvísir rokningar í Navision. Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum fekk handað eitt steyp við kurlu sum tekin um heiðurin.
MYNDATEKSTUR: Heðin Mortensen við kurlusteypinum
Mynd: Jens Kr. Vang