Fyrsti FM kappróðurin í ár er av. Talan var um barnaróðurin við gentumaningum. Úrslitið var, at Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag var fyrstur á mál. Kappingin frammi í oddinum var ógvuliga tøtt. Tað var evarska lítil munur frá Títlingi og aftur til Jallin, sum var nummar trý. Ímillum teir báðar høvuðsstaðarbátarnar kom Fípan Fagra hjá klaksvíkingum á mál.
Tað er púra stilt á vánni í Klaksvík. Tískil ber ikki til at ímynda sær betri líkindir at rógva kapp í, enn tey sum eru í dag.
Myndin er frá norðoyastevnuróðrinum í fjør. Møguliga verður mynd frá dagsins róðri tøk seinni.
Barnaróður gentur
1 Títlingur 02:59.06
2 Fípan Fagra 02:59.11
3 Jallurin 02:59.22
4 Spógvin 03:02.04
5 Firvaldur 03:05.24
6 Hulda 03:24.17
7 Falkur 03:26.03
8 Pílur 03:34.07