Ímyndi tykkum, at Havnin er ein sjórænarabýur, við einum kvinnuligum leiðara. Ein dag sendir hon allar sínar sjórænarar út við sjórænaraskipinum, og tá teir koma aftur, er skipið fult av øllum møguligum fantasifigurum, alt frá Harry Potter til Snjóhvítu. Tey verða hildin sum fangar í Havnini. Men ein dagin gera tey uppreistur. Kvinnuligi leiðarin ger av, at ístaðin fyri at drepa tey, skulu tey fáa ein møguleika. Tey skulu siga henni góðar søgur. Fyri hvørja góða søgu, fáa tey eitt petti av skattakortinum, sum vísir, hvar tann blóðreyði gimsteinurin er fjaldur. Og so fer alt harkaliðið á skattajakt ígjøgnum miðbýin, har tey ofta steðga á, og spæla eina lítla søgu fyri kvinnuliga leiðaranum.
Hetta er í stuttum Ólavsøkuleikurin, sum bert verður framførdur eina ferð, nevniliga ólavsøkudag.
Blóðreyði gimsteinurin
Marita Dalsgaard, sum er útbúgvin innan sjónleik og dagliga arbeiðir við sjónleiki í Danmark, er listarligur leiðari av leikinum. Hon sigur, at Birita Mohr setti seg í samband við hana í desember í fjør, og spurdi, um hon ikki vildi vera við at skipa fyri leikinum. Og tað vildi hon.
? Eg haldi, at eg skrivaði einar tríggjar leikir, sum allir endaðu í ruskspannini. So tá ið hesin leikurin, nevndur Blóðreyði gimsteinurin, varð skrivaður, var tað komið nakað av tíðartrýsti á. Evni í leikinum er kærleiki og ævintýr, og vit hava bæði sjórænarar, einglar og brúðarpør. Snjóhvíta er eisini sloppin við, greiðir Marita frá. Hon sigur, at sjórænarasøgan verður rammusøgan í leikinum, meðan nógvar aðrar søgur verða spældar inni í leikinum. So tað skuldi verið nakað fyri allar aldrar, heldur hon. Ein slíkur útileikur má vera dialogleysur, og tí er neyðugt at hava so einfaldar handlingar, sum gjørligt. ? Tónleikur, sangur, dansur og mimikkur er tað, vit hava at arbeiða við, sigur Marita. ?Tað verða nógv róp og geyl, men eingin samrøða.
Í hesum døgum hevur Marita ein langan arbeiðsdag. Tað eru nevniliga 156 leikarar í aldrinum 2-70 ár, sum skulu instruerast og leiðbeinast. ? Eg byrji kl 10 um morgunin og arbeiði til kl 23 um kvøldið. Teir leikarar, sum hava feriu, koma at venja um morgnarnar, meðan hini koma eftir arbeiðstíð. Vit byrjaðu venjingarnar 25. juni, so tað skal arbeiðast ógvuliga konsentrerað. Bert triðingurin av leikarunum hava spælt sjónleik fyrr, restin er púrasta nýggj innan sjónleik. Men leikararnir eru fantastiskir, so tað er eingin trupulleiki, sigur Marita. ? Teir hava eina ótrúliga orku og eitt framúr gott arbeiðslag, heldur hon.
Fyrireikararnir søktu eftir leikarum í bløðunum og bóðu allar vinir og kenningar um at vera við. Eisini vóru nógv, sum hava verið við áður, sum meldaðu seg til. Soleiðis komu tey upp á nógv tað hægsta leikaratalið fyri Ólavsøkuleikin nakrantíð.
Men illa ber til hjá 156 leikarum at venja úti í Havnargøtum hvønn dag, so leikurin verður fyrst vandur á Háskúlanum í Havn. Og tey brúka hvønn krók av skúlanum at venja í. Marita sigur, at alt má vera ógvuliga væl koreograferað, fyri at kunna fungera, táið tey flyta leikin útum. ? Sjálvandi verða vit noydd at tilpassa okkum eftir áskoðarunum, men tað verður einki, sum verður tilvildarligt á Ólavsøku, staðfestir Marita.
Fíggjarætlan: 3000 kr
Birita Mohr er annar av verkleiðarunum, og hon heldur tað vera alneyðugt fyri føroyskan sjónleik, at slíkir leikir verða settir upp. ? Áhugaleikurin í Føroyum hevur tað ikki so gott fyri tíðina og tað vísir seg vera torført at fáa leikir settar upp. Hetta er so ein alternativ roynd at vaksa um áhugan fyri sjónleikinum, sigur hon og heldur fram, ? Slík stór sjónleikaratiltøk seta ofta eina myllu í gongd. Fólk, við áhuga fyri sjónleiki, finna týðum saman eftir slíkar stórar leikir og byrja at arbeiða við nýggjum tingum. So vit vóna, at hetta fer at kasta okkurt av sær seinni, sigur Birita. MáF hevur sett sær sum mál at fáa slíkar leikir upp at standa annaðhvørt ár, fyri at halda áhuganum við líka.
Birita sigur víðari, at tað eisini er sera torført at fáa stuðul til slík tiltøk. ? Vit hava søkt eftir stuðlum, men tað vísti seg at vera ógvuliga lítil áhugi. So okkara peningaliga orka til einar 160 búnar og rekvisittir var 3000 kr. Høvdu vit ikki havt eina gandakelling at gera búnar og senografi, so hevði verið illa vorið, sigur hon og sipar til Elisabeth Pike, sum dugir væl at fáa nógv burturúr ongum. Fyrireikararnir máttu søkja í bløðunum eftir gomlum klæðum, sum fólk høvdu liggjandi á ovasta loftið. Og tað gav eisini úrslit. Fólk vóru ófør at koma við gomlum pløggum, sum Elisabeth so hevur seymað um til vakrar búnar.
? So hóast vit ikki fingu so nógvan peningaligan stuðul, sum vit høvdu vónað, so hava vit harafturímóti møtt eini ótrúligari vælvild frá fólki. Allan vegin ígjøgnum hava tey verið sera røsk at hjálpt til, tá tað hevur tørvað. T.d. kann eg nevna, at fyri at gera leikin meiri spennandi, hava vit spurt um at sleppa at nýta privathús, sum standa framvið á leiðini har sjónleikurin verður spældur. Og tað hava tey játtað okkum. So vit spæla ikki bara niðri á gøtuni, men eisini í vindeygum og balkongum í privathúsum framvið vegnum, greiðir Birita frá.
Afturvendandi tiltak
Marita og Birita siga, at tær hava prátað um, at gera leikin til eitt afturvendandi tiltak, sum verður á hvørjari Ólavsøku. Men at tað krevur ov nógv, sum nú er.
? Í grannalondunum hava tey hvørt ár um jóltíðir sama leik, sum verður framførdur ár um ár. Og sum verður spældur fyri fullum salum. Tí tað kemur so skjótt traditión í. Fólk hugsa: "Nú nærkast jólini, so eiga vit at fara til handa leikin, hóast vit hava sæð hann fyrr".
Høvdu vit havt eitt Ólavsøkuleikrit, sum kundi verið spælt hvørt ár á Ólavsøku, so hevði tað verið tað besta. Tað er so ótrúliga nógv arbeiði í at skula byrja heilt av nýggjum hvørt ár, og tað er eisini nógv dýrari. Men fólki dámar væl hesar útileikirnar á Ólavsøku, so tað er í grundini spell, at tað ikki er orka til at hava teir hvørt ár, sum eina traditión, siga tær báðar.
? So eg fari at nýta høvið at koma við einum ynski til okkara rithøvundar. Skrivið okkum ein útileik, sum kann gerast ein Ólavsøkusiður, sigur Birita Mohr at enda.
Leikurin um Blóðreyða Gimsteinin verður framførdur 29. juli. Byrjað verður niðri við Bursatanga og Skansabrekku kl 14.30 og síðani verður hildið á í einar tveir tímar, ymsastaðni runt í býnum. Leikurin verður bert sýndur eina ferð.