Klaksvíkskapping
HB fór sunnukvøldið úr Klaksvík við steypinum, sum Klaksvíkar Býráð hevur latið felgøunum at kappast um, tá tey fyrireka seg til nýggja kappingarárið. Nú er stórur spenningur um, hvør fer at vinna steypið til ognar. Reglurnar sgia, at tað liðið, sum fyrst vinnur steypið fimm ferðir, eigur tað til ognar. Higartil hava KÍ og GÍ vunnið tað fýrir ferðir í part, og HB sigurin sunnudagin var tann triði.
Hjá klaksvíkingum var hetta fyrsta høvi at síggja fótbólt í ár. Sjálandi var tað hugaligt í góðveðrinum at síggja nøkur av fremstu feløgunum í landinum, men vónandi verður dygdin í spælinum betri, tá tað verður størri álvari. Tað sást væl, at nógvir av evnaríkastu monnunum í landinum vóru á vøllinum. Men tað sást eisini væl, at teir vóru ikki so væl upplagdir, sum teir kunnu vera. Nógv og tung venjing og fleiri venjingardystir gera um seg. Skjótleikin, neyvleikin og hugflogið vóru ikki altíð í topp, og tað hevði felriri mistøk við sær, mne kortini var tað hugaligt.
KÍ vann leygardagin 2-1 á VB, og HB smurdi GÍ av 5-1. Nógv kend andlit vóru at síggja, men tað vóru eisini fleiri ungir spælarar á vøllinum, sum framman undan hava spælt millum lítið og einki í bestu deildini.
Klaksvíkingar kenna Marek Wierzbicki, men hetta var fyrsta ferðin, at teir sóu hann í VB búna. Marek skoraði VB málið móti KÍ. Talan var um beinleiðis fríspark. Nýggjur í VB búnanum var eisini Gisli Sveinbjørnsson, sum var ytstur í vinstru.
Eyðun Klakstein skoraði til 1-0 fyri KÍ, og Tomislav Sivic skoraði sigursmálið. Vágbingar hildu seg í síðstu løtu verða snýttir fyri brotsspark, men tað metti dómarin ikki.
Gøtumenn høvdu stórar trupulleikar í verjuni. Poul Ennigarð verður ein mánað afturat niðri á skúla, og Bartla Eliasen var upptikin av flogbóltinum. Hann er liðformaður hjá fuglfirðingum, sum leygardagin vunnu FM.
Hjá HB var Rókur Jespersen yngsti maður. Tað er ikki fyrr enn nú, at hann fær aldur at spæla vaksnamannafótbólt. Honum verður tað ivaleyst nógv at hoyra frá. Longu í fjør hevði HB fleiri ungar menn á liðnum, og tilfarið trýtur ikki. Allan Mørøre og Hans á Lag eru skaddir, men ungir menn halda seg til. Eitt annað dømi um hetta er Bjarni Jørgensen, sum er sera evnaríkur.
Finaludagurin
Sunudagin vann GÍ 3-1 á VB, og í vinaluni vann HB 3-1 á KÍ. Í steðginum var 1-1. Nógvir ungir menn vóru á KÍ liðnum í vikuskiftinum. Hjalgrím Elttør er ungur, men hann fekk royndir á besta liðnum í fjør. Hann setti hol á fyri heimaliðið. Dygst undan steðginum javnaði Rúni Nolsøe upp á óneyðugt brotsspark. Í 2. hálvleiki vóru nógir møguleikar báðar vegir, men tað var bara HB, sum fekk mál.
Klaksvíkingar steðgaðu upp, tí teir mettu talan vera um rangstøðu. Rúni Nolsøe tóktist eisini at ivast í, hvussu hann var staddur, men hann gjørdi púra beint og trillaði bóltin í málið, og dómarin góðkendi. Fram móti dystarenda stútaði klaksvíkingurin, Rógvi Jacobsen, innlegg úr høgru upp um KÍ-málverjan.