Í meistarabólkinum í piltadeildini eydnaðist A-liðnum hjá HB at vinna meistarheitið. Liðið mátti bert tvær ferðir í ár taka til takkar við javnleiki, og tí var munurin niður til næstu liðini eisini somikið tryggur, at gullið kom til høldar longu á næst seinasta leikdegi.