HB er á finalukós

Fyrra hálvfinalan millum B68 og HB á Svangaskarði í kvøld endaði við 1-0 HB sigri

Alt bendir á, at HB verður annar parturin í steypafinaluni seinni í summar. Í góða summarveðrinum á Svangaskarði í kvøld vann HB fyrru hálvfinaluna ímóti B68 1-0. Einsamalla málið skoraði Levi Hanssen stívliga tíggju minuttir eftir steðgin. Levi royndi seg av brotsteigarmarkinum, bólturin tók í ein av verjuspælarunum og snýtti harvið Kristian Joensen í B68 málinum.

Einki er at siga til, at toftamenn eru vónbrotnir. 11. mai vann HB trivaligan 4-0 sigur í landskappingini á Svangaskarði. Tá var B68 avrikið ikki sannførandi. Í kvøld var B68 ikki at kenna aftur. Tá ið fimm minuttir vóru farnir hevði heimaliðið havt tveir stórar møguleikar, men Teitur M. Gestsson vísti framúr bjargingar, tá ið Andrias á Líknagøtu royndi seg, og eisin í 2. hálvleiki var Teitur sannur brandur í HB málinum.

 

Hjá HB kom tað illa við, at Christian R. Mouritsen tíðliga í 1. hálvleiki noyddist av vøllinum, og at Heini Vatnsdal, sum hevur verið sjúkur, ikki var førur fyri at spæla eftir steðgin. Merkisvert var tað, at tríggir HB spælarar – Christian R. Mouritsen, Levi Hanssen og Poul Ingason – royndu seg í fremsta plássinum.

Sum 2. hálvleikur spenti B68 álopsbogan, men HB og Teitur M. Getsson hildu tætt, og fram ímóti dystarloki hevði HB tak á tí.

HB málskjúttin Levi Hanssen fegnaðist um úrslitið:

-Hetta er á ongan hátt avgjørt, men hetta var eitt gott úrslit hjá okkum ímóti B68, sum spældi væl betri, enn tá ið vit vóru her síðst, sigur Levi Hanssen.

 

B68 liðformaðurin Jann Ingi Petersen var vónbrotin:

-Vit spældu væl, og vit høvdu møguleikarnar, sum vit í undanfarnu dystum hava fingið mál burturúr. Sum tað myndaðist, so haldi eg, at vit áttu at havt fingið úrtøku. Hóast seinni dysturin verður á útivølli, so gevur avrikið í kvøld okkum mót um, at tað kann bera til at vinna finaluplássið, sigur Jann Ingi Petersen.

Seinna hálvfinalan verður mikudagin 18. juni. HB og B68 hittast tá í Gundadali.

Tá spæla EB/Streymur og Víkingur við Margáir. Víkingur vann fyrru hálvfinaluna í Gøtu 4-1.

 

B68-HB 0-1 (0-0)

1.hálvfinala

0-1: Levi Hanssen 57.

Dómari: Petur Reinert

B68: Kristian Joensen – Kristian Anton Andreasen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen – Andrias á Líknagøtu, Hákun Edmundsson, Jann Ingi Petersen, Mads Rosenberg – Jonleif Højgaard (Esmar P.Clementsen, 80.), Óli H. Olsen

Gult kort: Bjarki Johannesen, Óli H. Olsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (Símun Samuelsen, 58.), Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal (Poul Ingason, 46.) - Levi Hanssen, Christian R. Mouritsen (René S. Joensen, 20.), Kristin R. Mouritsen

Gult kort: Poul Ingason

 

--

LIÐUGT

0-1

 

3 minuttir lagdir aftrat.

90) 0-1

HB hevur væl og virðiliga tikið seg undan trýstinum, sum B68 royndi at leggja. Síðstu løtuna hevur tað verið vandamiklari frammanfyri B68 málið, enn tað hevur verið frammanfyri HB málið.

Poul Ingason hjá HB hevur sæð gult fyri at forða B68 at avgreiða fríspark.

 

85) 0-1

B68 trýstið er linkað eitt sindur. HB megnar at samanspæla, og í sambandi við deyðbóltsstøður hava gestirnir góða tíð. Tað er vandamikið í sambandi við hornaspørk, og tá ið Poul Ingason roynir seg við sera longum innkastum.

 

80) 0-1

Heimaliðið leggur uppaftur meiri fyri. HB liðið er kroyst langt aftur á vøllin. Harvið lúrir vandin eisini fyri, at HB skal sekta í skjótum mótálopi. Tað er tó langt síðani, at møguleikin fyri tí var í nánd.

Esmar Clementsen loysir Jonleif Højgaard av í B68 álopinum.

 

75) 0-1

B68 hevur hug at spenna álopsbogan. Ein trupulleiki hjá heimamonnunum er, at teir ikki eru so nógvir í brotsteiginum, tá ið teir hava lagt innfyri, og talan er um aftur og fram støður.

Tað hongur væl betri saman hjá B68, enn tað kann roknast við, at tað skal gera hjá botnliði ímóti toppliði.

Óli H. Olsen hjá B68 hevur sæð gult.

 

70) 0-1

Leikferðin er hægri nú, enn hon var í 1. hálvleiki. Fróði Benjaminsen og Poul Ingason hjá HB hava havt royndir.

Óli H. Olsen hjá B68 hevur havt góða roynd, men Teitur M. Gestsson bjargaði til horna. Eftir aftur og fram ruddaði Poul Ingason burtur.

 

65) 0-1

Nú gongur tað fyri seg sambært fyritreytunum hjá HB. B68 venjarin Jógvan Martin Olsen koyrir á sínar spælarar. Hann vil hava teir at leggja meiri fyri í álopspartinum.

 

60) 0-1

Símun Samuelsen er komin á vøllin í staðin fyri Jógvan Róa Davidsen.

 

58) 0-1: Levi Hanssen 57.

So hevur HB skorað, eftir at B68 fleiri ferðir stutt frammanundan var tætt við. Levi Hanssen roynir seg av brotsteigarmarkinum, bólturin tekur í ein verjuspælara, og harvið verður Kristian Joensen í málinum snýttur, og bólturin rullar í málið!

 

55) 0-0

Talan hevur nú verið um tríggjar møguleikar: Fyrst var tað HB, sum var í spentari støðu, eftir at Levi Hanssen hevði lagt innfyri.

So hevur Teitur M. Gestsson í HB málinum stórbjargað tvær ferðir. Í fyrra førinum var tað eftir at Andrias á Líknagøtu royndi seg, og í seinna førinum eftir at Hákun Edmundsson royndi seg. Risa B68 møguleikar!

 

50) 0-0

Merkisvert er tað, at HB nú spælir við triðja miðframherjanum. Frammanundan Poul Ingason hava Christian R. Mouritsen og Levi Hanssen roynt seg.

 

46) 0-0

Poul Ingason er komin inn á HB liðið í staðin fyri Heina Vatnsdal. Nú er Poul Ingason fremsti HB spælarin.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

B68 hevði beinanvegin tveir góðar møguleikar, men tað spurdist einki burturúr, tí Teitur M. Gestsson stórbjargaði, tá ið Andrias á Líknagøtu royndi seg.

Síðani hevur HB verið omaná. Tað hevur tó gingið striltið hjá gestunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Heimaliðið hevur fyri tað mesta lúrt eftir møguleikanum at senda fram til skjótu Óla H. Olsen og Jonleif Højgaard, sum tað tó ikki enn hevur eydnast at kapprenna við HB miðverjarnar.

 

2 minuttir lagdir aftrat.

45) 0-0

Síðstu løtuna hevur tað mesta gingið fyri seg kring B68 brotsteigin. HB hevur roynt seg við onkrum innleggum, og heimamenninir hava blokerað ella verið fyrstir á, tá ið bólturin er komin inn í brotsteigin.

 

40) 0-0

Eftir kiks í B68 uppspælinum í vinstru fekk HB fríspark. Santos, sum í kvøld er vinstri vongverji, royndi seg frísparki úr høgru, og bólturin brast í stólpan aftanfyri Kristian Joensen í B68 málinum!

 

37) 0-0

Nú hevur tað í góða løtu verið tómgongd í góðveðrinum á Svangaskarði.

 

30) 0-0

HB tykist tilvitað um, at tað snýr seg um at fáa hampuligt úrslit í kvøld, og at tað verður í Gundadali, at hetta verður endaliga avgjørt. Fróði Benjaminsen hevur nú roynt seg við langskoti, men Kristian Joensen bjargaði til horna.

Beinanvegin eftir tað var Óli H. Olsen hjá B68 tætt við at sleppa leysur. HB verjan kennist hava ampa av Óla.

 

26) 0-0

B68 lúrir eftir møguleikanum at fáa Jónleif Højgaard at kapprenna við HB miðverjarnar. Í einstøkum førum hevur tað verið um reppið at eydnast.

 

23) 0-0

Tað sæst væl, at talan er um fyrra hálvleik av fyrru hálvfinaluni. Síðstu løtuna hava tað ikki verið upplagdir málmøguleikar.

 

19) 0-0

B68 hevur tiltuskað sær fyrsta hornasparkið.

Christian R. Mouritsen fer skaddur av vøllinum. Í hansara stað kemur René S. Joensen. Nú er Levi Hanssen fremsti HB spælarin, og René S. Joensen er í høgru.

 

15) 0-0

Síðstu løtuna hevur HB verið greitt omaná, og trýstið er støðugt á B68 málið.

 

13) 0-0

HB hevur havt bóltin í B68 málinum. Eftir B68 innkast í vinstru var talan um stórt verjukiks. HB fekk fatur á bóltinum, sum varð lagdur innfyri. Kristian Joensen bjargaði í fyrstu atløgu, og tá ið Christian R. Mouritsen so setti hann í málið, varð hann veittraður fyri at vera rangstaddur.

 

10) 0-0

HB hevur havt fyrsta hornasparkið, men einki spurdist burturúr.

 

5) 0-0

B68 hevur í tveimum førum verið tætt við. Í báðum førum hevur tað verið eftir at bólturin varð stungin inn um verjuna. Teitur M. Gestsson bjargaði, tá ið Andrias á Líknagøtu var púra leysur!

 

B68-HB kl. 19.00

1.hálvfinala

Dómari: Petur Reinert

B68: Kristian Joensen – Kristian Anton Andreasen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen – Andrias á Líknagøtu, Hákun Edmundsson, Jann Ingi Petersen, Mads Rosenberg – Jonleif Højgaard, Óli H. Olsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal - Levi Hanssen, Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen

 

Tað verður steypafótbóltur á Svangaskarði í kvøld. Fyrsta bríksl í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og HB verður klokkan 19. Tað er sól og summar á Svangaskarði, har liðini í løtuni hita upp.

Hjá B68 er miðvallarin Evrard Blé ikki tøkur, og hjá HB er veteranurin Andrew av Fløtum framvegis skaddur.

Rás2 sigur frá, og tað ber eisini til at fylgja við her á in.fo.