Viljormur Davidsen er uttan sáttmála í løtuni og nakað bendir á, at hann er í samráðingum við HB. Vinstri bakkurin á landsliðnum hevur annars spælt uttanlands næstan alla sína yrkisleið, men tað eru ábendingar um, at hann nú vendir nøsina heim til Føroya.
Seinastu trý árini hevur Daniel Johansen verið vinstri bakkur hjá HB, men hann hevur skift til FC Fredericia í næstbestu deildini í Danmark. HB hevur í hópinum Ára Mohr Jónsson, men hann hevur spælt millum lítið og einki á vinstra bakki, og kann røkja plássini longur frammi.
Venjarin hjá HB, Dailbor Savic hevur sagt í samrøðu við heimasíðuna hjá HB, at hann leitar seftir spælarum, ið kunnu gera mun. Her passar ein profilur sum Viljormur Davidsen væl inn.
– Vit hyggja allatíð eftir spælarum. Spælarum, sum hóska til okkara spælistíl, og sum kunnu gera mun. Eg havi hugt eftir næstan øllum dystunum í Føroyum síðani eg kom, og tað eru fleiri góðir spælarar í Føroyum, sum í rætta umhvørvinum kunnu mennast enn meira, sigur hann og leggur aftura:
– Eg havi tosað við nevndina um nakrar spælarar. Bæði í Føroyum og uttanlands. So okkurt spennandi er í væntu. Men sum sagt, tað skulu vera spælarar, sum hóska til okkara spælistíl, og kunnu styrkja um liðið.
HB hevur higartil fingið Matthias Præst og Mads Borchers í hópin. Ein søga sigur eisini, at HB hevur bjóðað Brandi Hendriksson møguleikan at koma heima til Føroya at koma fyri seg eftir langtíðarska.
– Higartil hava vit fingið Matthias Præst og Mads Borchers afturat, sum báðir vóru profilar á hvør sínum liðið. Her vilja vit menna teir enn meira, og eru ikki í iva um, at fara at gerast berandi spælarar á okkara liðið. Harumframt hava vit nakrar spennandi ungar spælarar á veg, sum sjálvandi sleppa at vísa seg fram á besta liðnum, sigur Dalibor Savic við heimasíðuna hjá HB.