Tveir dystir eru leiktir í Betrideildini hjá kvinnum í dag.
Í Sarpugerði í Norðragøtu vann HB 3-0 á Víkingi. Í steðginum var HB á odda 1-0.
Á Dungasandi í Sørvági fekk 07 Vestur fyrsta stigið við javnleiki 1-1 móti Skála ÍF. Tað var tó ikki fyrrenn í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, at Skála ÍF javnaði til 1-1.
Víkingur-HB 0-3 (0-2)
0-1 Lisa Haraldsen (3.)
0-2 Brá Zakariasardóttir (57.)
0-3 Brá Zakariasardóttir (62.)
07 Vestur-Skála ÍF 1-1 (1-0)
1-0 Evelin Da Silva Mastropasqua, br. (44.)
1-1 Lilja Dam Jacobsen (90.+)
Kelda: dystir.fo
HB er fremst í deildini við 25 stigum fyri níggju dystir, og KÍ er næstfremst við 22 stigum fyri átta dystir. Víkingur hevur 15 stig og NSÍ hevur 12 stig, bæði fyri níggju dystir. Skála ÍF hevur sjey stig fyri átta dystir, og B36 hevur seks stig fyri níggju dystir. 07 Vestur er aftast við einum stigi fyri átta dystir.











