Aftaná tvey tap á rað komu landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagar hennara í Piteå aftur á sigursslóðina í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan.
Tað eydnaðist fyrr í dag Piteå á útivølli at vinna 2-1 á IFK Norrköping.
Tá ein hálvur tími var leiktur høvdu Cecilia Edlund og Selina Henriksson syrgt fyri, at Piteå var á odda 2-0. Heimaliðið svaraði aftur í 77. minutti, men nærri komu tær ikki einum stigi.
Piteå er fjórðfremst í deildini við 13 stigum fyri átta dystir. Hammarby er fremst við 21 stigum.
Komandi fríggjadag klokkan 14.30 spæla Ásla og liðfelagarnir á føroyska landsliðnum týðandi HM-undankappingardyst á útivølli í Georgia. Føroyar kunnu við sigri enda millum teir betru tveyararnar, og harvið fáa møguleikan at spæla Play Off dystir um at sleppa til HM-endaspælið, ið verður leikt í Brasil komandi summar.










