HB er í góðum hýri

Eftir fyrra hálvleik er HB frammanfyri ímóti Maccabi Haifa, sum tó framvegis hevur tak á samlaðu støðuni

Michal Przybylski leggur í 20. minutti HB á odda 1-0, sum eisini er hálvleiksstøðan

Fyrri hálvleikur er liðugur á Tórsvølli, har HB í síðsta føroyska Europa Cup dystinum í ár hevur vitjan av Maccabi Haifa úr Ísrael. Eingin ivi er um, hvør fer at halda fram í Europa Conference Cup kappingini, tí fyri einari viku síðani vann Maccabi Haifa 7-2 á heimavølli.

 

Men tað er hugaligt – sera hugaligt – fyri føroyskan fótbólt at staðfesta, at eftir fyrra hálvleik á Tórsvølli er HB frammanfyri 1-0.

 

Málið skoraði Michal Przybylski í 20. minutti. Daniel Johansen legði við frísparki úr vinstru og til handara stólpa, har Michal Przybylski setti innarusíðu á bóltin, sum trillaði í handara síðunet.

 

Eingin ivi hevur verið um, at gestirnir hava verið meiri á bóltinum, og at tað hava verið nógvar støður í og kring heimabrotsteigin. Men tað hevur sjáldan av álvara verið vandamikið frammanfyri HB málverjan.

 

HB hevur havt tvær góðar støður umframt málið. Tann fyrra var, tá ið Mikkel Dahl smekkaði til úr 20 metrum, og málverjin tveitti seg og hálvbjargaði og so fekk fatur á bóltinum, áðrenn HB álopið var á honum. Og tann seinni var tveir minuttir undan steðginum, tá ið fínt uppspæl og innlegg úr vinstru endaði við, at Mikkel Dahl var í góðari støðu mitt fyri og dygst innanfyri brotsteigarmarkið. Hann royndi við skoti, men tað var eingin ferð á bóltinum, sum málverjin lættliga bjargaði.

 

Framrættaði parturin á HB liðnum er eitt sindur øðrvísi, enn hann plagar at vera. Toppskjúttin í heimligu kappingini Mikkel Dahl, er ikki fremsti maður í kvøld. Hann er heldur framrættaður sentralur miðvallari, sum luttekur meiri í spælinum – bæði á vøllinum og í luftini, enn hann plagar at gera. Mads Bo Mikkelsen, sum hevur verið nógv skaðadarvaður, er í kvøld fremsti maður hjá HB.

 

 

 

HB – Maccabi Haifa (1-0)

 

1-0: Michal Przybylski 20.

 

Dómari: Horatiu Fesnic úr Rumenia

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen –

 

Michal Przybylski, René S. Joensen – Pætur J. Petersen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen – Mads Bo Mikkelsen

 

Michal Przybylski leggur í 20. minutti HB á odda 1-0, sum eisini er hálvleiksstøðan