HB er stórfavorittur

Støðutalvan sigur, at tað stendur einki til á Argjum. Tvey stig í tíggju dyst­um er einki serligt. Men AB venjarin, Sámal Erik Hentze, sum er gamal meist­ara­venjari í HB, vil ikki geva skarvin yvir:
– Ímóti ÍF vóru vit leikliga omaná, og vit spældu okk­um til møguleikar, men kort­ini taptu vit 1-0. Vit missa kortini ikki mótið, og vit vóna, at tað fer at koppa okk­um til fyrimunar, sigur hann við AB heimasíðuna.
Tað eru 22 stig frá HB á fremsta plássi og aftur til AB á niðasta plássinum. Og sambært HB venjaranum Oddbirni Joensen, so ætla teir í HB ikki at geva AB nakað í Gundadali:
– Vit vilja hava bóltin nógv mesta partin av tíðini. Tá liðið er so nógv fremst, sum vit eru, so hava vit ráð at gera mistøk. Tað vita vit, og tí tora vit at spæla við ávísum vága. Sjálvandi fara vit onkra ferðina at tapa, men vit vita eisini, at tað skal nógv til at vinna á okkum, er boðskapurin hjá HB venjaranum, áðrenn AB kemur í Gundadal.
Ímóti B36 2. hvítu­sunnu­dag varð miðverjin Jóhan Troest Davidsen rikin av vølli. Hann verður tískil leiknbannaður ímóti AB.
Hans Jørgensen vardi mána­dagin HB málið. Oddbjørn Joensen sigur, at hetta var ikki síðsta ferðin, at Hans stóð í HB málinum, men harfyri er ikki sagt, at tað sunnudagin ikki verður Teitur M. Gestsson, sum fer at standa í HB málinum.