Longu í annaðkvøld verður sjøtil settur á seinna umfarið av fótbóltskappingini. Tá hittast HB og B71 í Gundadali. Dysturin er framskundaður, tí HB hósdagin skal av landinum. Teir skulu til Ungarn at spæla seinna Intertoto Cup dystin. Úrslitið sunnudagin á Tórsvølli ger, at eingin møguleiki er fyri, at HB verður drúgvt í altjóða fótbólti á hesum sinni.
B36 var oddalið tey fyrstu átta umførini í landskappingini. Men tað er HB, sum kann kalla seg hálvársmeistari. Og fyritreytirnar tykjast góðar hjá nýggja oddaliðnum. Í HB plaga teir at spenna bogan høgt. Teir plaga ikki at fjala, at málið er at vinna bæði steypakappingina og landskappingina. Nú hava teir líkasum broytt taktikk. Í ár hava teir verið meiri eyðmjúkir. Teir hava sagt, at málið við nýggja liðnum er at vinna FM um tvey ella trý ár.
Veruleikin er, at HB er komið í steypafinaluna, har teir ? mett út frá avrikunum tær síðstu vikurnar ? eru favorittar móti GÍ, og í landskappingini eru teir á odda.
HB má finna seg í at vera stórfavorittur móti B71 í annaðkvøld. Og um HB megnar at liva upp til tað, sum verður væntað av teimum, so verða teir fimm stig frammanfyri hini liðini, sum teir kappast við, tá tey komandi vikuskifti skulu gera burturav sær, áðrenn tey fara í summarfrí.
Hetta fer at leggja trýst á hini liðini, sum hava møguleika at vinna FM. Tey eru B36, VB og B68, sum øll hava sama stigatal, og so KÍ, sum haltar eitt vet aftanfyri hini. Um HB vinnur væntaða sigurin í annaðkvøld, so hevur einki av hinum liðunum ráð at missa stig í vikuskiftinum. Merkisvert er tað, at øll liðini, sum kappast um meistaraheitið, komandi vikuskifti skulu kappast móti liðum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingarhóttanini.
Klaksvíkingar skulu í Runavíkina at hevna ósigurin í fyrsta umfarinum. B36 skal til Gøtu. VB tekur á jóansøku ímóti sumbingum, og B68 skal fyri fyrstu ferð spæla landskappingardyst í 1. deild í Sørvági. Sambært skránni verður tann dysturin spældur longu leygardagin.
Altjóða fótbólturin
Føroyskur fótbóltur er vorðin partur av altjóða fótbóltsheiminum. Tað hevur gingið skjótt tey seinnu árini. Fyri einari fjórðingsøld síðani kendist tað sum risafet inn í altjóða heimin, tá tað bar til á video at síggja tað, sum ein ella fleiri dagar frammanundan hevði gingið fyri seg í stóru kappingunum úti í heiminum. Í hesum EM tíðum er møguleiki at velja ímillum á hvørjari rás tú ynskir at fylgja beinleiðis við í tí, sum gongur fyri seg í Hollandi og Belgia.
Hjá teimum, sum eru góð við føroyska landsliðið, er tað serliga áhugavert at fylgja við, hvussu tað gongst hjá Slovenia og Jugoslavia. Hesar báðar tjóðirnar eru í bólki saman við Føroyum í komandi HM undankapping. Slovenia skal spæla í Føroyum 3. september í ár, og 11. oktober skal føroyska liðið spæla í Beograd í Jugoslavia.
HB var sunnudagin fyrsta føroyska umboðið í ár í europeisku kappingunum. Intertoto verður av UEFA, europeisku fótbóltssambondunum og feløgunum mett nógv lægri enn meistarakappingin og UEFA Cup. HB royndi at gera sítt besta, men teir taptu stórt, og hetta var enn eina ferð staðfesting av, at í altjóða fótbólti er landsliðið komið longri enn feløgini.
KÍ, B36 og GÍ skulu seinni í summar luttaka í Europa Cup. Lutakastið verður nú fríggjadagin. KÍ skal spæla í innleiðandi umfarinum í meistarakappingini 12. og 19. juli, og GÍ og B36 skulu í europeiska eldin 10. og 24. august.
Vit kunnu ikki rokna við, at GÍ verður áhugavert í kappingini um FM. KÍ og B36 kappast við HB um FM. Fyri bæði liðini er galdandi, at tey skulu út í europeiskt stríð, meðan HB bara fer at hava FM at hugsa um. Hetta verður ein fyrimunur fyri HB, og bágin verður størstur hjá B36. Hjá klaksvíkingum fer ikki at bera til at fara í summarfrí, og tað kann fara at vísa seg, at Europa Cup verður gott høvi hjá teimum at fyrireika seg til avgerandi stríðið í landskappingini.
Avgerandi umførini
Komandi vikuskiti skulu botnliðini spæla móti oddaliðunum. Um B36, VB, B68 ella KÍ kiksa ella hálvkiksa, so fer tað at kosta. Men longu í fyrsta umfarinum eftir summarfrítíðina verða tvær lykla uppgerðir á skránni. Tá skal B68 í Gundadal at spæla móti B36, og HB skal til Klaksvíkar.
Í næsta umfarinum eftir summarsteðgin skal KÍ til Vágs. Úrslitini hjá klaksvíkingum í Runavík komandi sunnudag, móti HB á heimavølli og VB á útivølli verða avgerandi fyri møguleikan at endurvinna FM.
HB skal til Vágs 27. august. Tá tann dysturin er spældur fæst at síggja, um VB framvegis fer at hava møguleika at vinna fyrsta FM heitið. So langt hugsa vágbingar ikki enn. Teirra hugsanir snara um komandi vikuskifti, tá sumbingar koma til Vágs.
Sørir gøtumenn
NSÍ og GÍ hava bæði ætlað sær meiri enn at stríðast fyri at sleppa undan botninum. Serliga merkisvert er tað, at úrtøkan hjá Gí higartil hevur verið so út av lagi vánalig. Gøtumenn hava í níggju landskappingardystum bara vunnið móti Sumba og NSÍ.
Vit hava ikki roknað NSÍ millum mest uppløgdu evnini til niðurflyuting, og tað rokna vit teir framvegis ikki at vera. Sandoyingar vístu í Runavík, at teirra lið er betri enn eitt niðurflytaralið. At siga sandoyingar er kanska at taka munnin ov fullan. Merkisvert var tað, at av teimum fyrstu ellivu hjá B71 vóru bara fýra sandoyingar: Ib Mohr Olsen, Jógvan Jón Petersen, Eli Hentze og Kári Nielsen. Onkur helt fyri, at talan var um eitt b lið hjá HB. Tað er kanska at gera í so nógv av, men tað er kærkomið bæði hjá B71 og ungum havnarmonnum, sum hava hug at royna síni fótbóltsevni á hægsta støði, at teir hava møguleika at spæla við B71.
Vágamenn høvdu havt hópin fleiri stig, um dystirnir bara vóru í ein tíma. Teir eru framvegis illa staddir, men tað tykist framvegis at vera møguleiki fyri, at teir kunnu fáa stig móti øllum. Lykladysturin hjá teimum verður 27. august, tá teir fáa sumbingar á vitjan.m avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.
Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?
Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.
Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.
Takk fyri
Jóannes Eidesgaard