Seinnapartin klokkan 17.15 byrjar fimti og seinasti dysturin í 13. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum.
Inni í Vika á Argjum verður grannauppgerð millum AB og HB.
R1 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust á ovara vølli í Gundadali 3. mai endaði tað við javnleiki 1-1.
HB er nummar fimm í deildini við 15 stigum, og AB er nummar seks við 14 stigum.
HB hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin inni í Vika.
Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 3,35 og 4,10.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,50 og 4,00.
Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 1,70 og 1,83.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













