HM: Avstralia vann á turkisku favorittunum

USA og Avstralia eru á odda í HM-bólki D

Tíðliga í morgun - føroyska tíð - spældu Avstralia og Turkaland dyst í innleiðandi HM-bólki D á BC Place leikvøllinum í Vancouver í Kanada.

 

Turkaland var favorittur undan dystinum, og teir høvdu eisini bóltin 72 prosent av tíðini, og væl fleiri málmøguleikar enn Avstralia. Men tað gav einki úrslit.

 

Men avstraliumenn dugdu at taka av sínum møguleikum, og vunnu teir 2-0 á turkum. 

 

20 ára gamli áleyparin, Nestory Irankunda skrivaði søgu, tá hann aftaná at hava sett turkisku verjuna av legði Avstralia á odda 1-0 í 27. minutti. Hann er yngsti HM-endaspælsmálskjúttin í søguni hjá Avstralia. 

 

Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini økti Conor Metcalfe til 2-0 við einum góðum skoti úr 20 metrum.

 

Avstralia-Turkaland 2-0 (1-0)

1-0 Nestory Irankunda ('27 )

2-0 Conor Metcalfe ('75 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.

 

USA og Avstralia eru fremst í bólki D við trimum stigum hvør. Turkaland og Paraguay hava einki stig.

 

Komandi hóskvøld klokkan 20 hittast USA og Avstralia á Lumen Field leikvøllinum í Seattle. Fríggjamorgunin klokkan fýra byrjar dysturin millum Turkaland og Paraguay á Levi´s leikvøllinum í Santa Clara í Kalifornia.