HB hevur í dag javnað stigametið hjá B36 í bestu fótbóltsdeildini.
Í 2011 vann B36 FM við 67 stigum. Við 1-0 sigrinum á Skála hevur HB vunnið seg upp á 67 stig. HB skal hava bert eitt stig ímóti B36 í komandi umfari ella ímóti Víkingi á heimavølli, leygardagin 27. oktober, so hava teir stigametið.
Høvuðsvenjarin hjá HB fegnast um, at liðið hevur eitt slíkt mál at spæla fyri seinastu umførini. Heimir Guðjónsson fegnast um fleiri góðar lutir í 1-0 sigrinum hjá HB ímóti Skála. Bert 17 ára gamli, Bjarti Vitalis Mørk vardi málið hjá HB, og hann stóð ein branddyst. Aftur í dag stóð verjan hjá HB fyri einum framúr góðum avriki, og tað fegnast Heimir eisini um.
Nú gleðir Heimir seg til enn eina uppgerð ímóti B36, og hann dylur ikki, at tað hevði verið stórt fyri hann og HB at tikið stigametið ímóti júst B36.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Heimir Guðjónsson fyrr í kvøld.
HERber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen.