Tað var 28. juni, at Jákup á Borg og B68 lumpaðu favorittarnar í HB, sum fóru av Svangaskarði sum av torvheiðum. B68 vann 1-0, og tað bar við sær, at HB misti týdningarmikil stig í kappingini við Víking um oddasessin.
Nú eru toftamenn gestir í Gundadali hjá HB, og tað er eingin ivi um, at ætlanin hjá Jákupi á Borg er, at hansara menn skulu brúka somu uppskrift, sum teir gjørdu fyri sjey vikum síðani.
Hjá B68 er Villiam Emil Klein ikki á listanum í dag. Brian Jakobsen, sum seinastu tíðina hevur verið nógv skaðadarvaður og tí sjáldan hevur verið millum teir fyrstu ellivu, er í dag í álopinum saman við Bartal Páll Klein og Jóhan Josephsen, sum B68 hevur leigað úr Klaksvík.
Hjá HB er Bartal Wardum framvegis skaddur. Toppskjúttin Áki D. Samuelsen hevur seinastu ferðirnar verið skaðadarvaður, og í dag er hann als ikki á listanum. Ivaleyst verður hann spardur í dag, so hann verður førur fyri at vera við hósdagin, tá ið Víkingur og HB fara at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið í Gøtu.
Ári Mohr Jónsson er heldur ikki á listanum.
HB er eftir tveir teir fyrstu triðingarnar á øðrum plássi við 45 stigum. Tað eru seks stig fram til Víking, sum ikki spælir um vikuskiftið. Heimadysturin hjá Víkingi ímóti KÍ er útsettur til mikudagin 25. September.
HB – B68 kl. 17.00
Dómari: Dagfinn Forná
HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy – Mohamed Samba, Mikkel Dahl, Emmanuel Duah
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Hanus Højgaard – Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Bárður Ó. Jensen – Bartal Páll Klein, Brian Jakobsen, Jóhan Josephsen