HB skal í dag spæla móti Levadia Tallin úr Estlandi. Jan C. Dam hevur nú sett liðið, sum byrjar útidystin, ið er tann fyrri av tveimum. Fyri HB kemur tað illa við, at Øssur Dalbúð og Poul Ingason eru skaddir.
HB (4-2-3-1) Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Davidsen, Fróði Benjaminsen, Ári M. Jónsson - Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen – Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen, Magnus Egilsson - Ari M. Olsen
Jan C. Dam, venjari hjá HB, ásannar at HB í dag má verja meiri enn vanligt. Málið er at fáa eitt gott útgangsstøði til returdystin í Gundadali um eina viku.
- Vit skuldu vera væl skipaðir. Vit fara at royna at halda málið reint so leingi sum gjørligt. Annað enn tað, so skula vit tora at hava bóltin, tí tað duga vit. Vit skulu ikki ræðast teir, men alt við máta. Vit fara eftir útgangsstøðinum til returdystin, sigur Jan C. Dam.
Ikki toppurin av Evropa
FC Levadia Tallinn bleiv í fjør nummar tvey í heimligu kappingini. Talan er um felag, ið hevur sett sín dám á estlendskan fótbólt síðan tað sá dagsins ljós í 1998 undir navninum FC Levadia Maardu.
Liðið hevur vunnið meistaraheitið ikki færri enn níggju ferðir, meðan steypagullið er vunnið átta ferðir. Sostatt er talan um felag, ið stendur seg væl í Estlandi.
- Vit hava virðing fyri teimum, men hetta er ikki toppurin av Evropa. Vit fara ikki har fyri at tapa 5-0. Vit hava eisini spælarar í hópinum, sum hava roynt at spælt móti Estlandi við góðum royndum, sigur Jan Dam, venjari hjá HB.
Málið er fyrst og fremst at fáa eitt gott úrslit á útivølli, so at HB hevur ein møguleika at vinna seg viðari í heimadystinum.
- Vit møta einum liðið av fulltíðarspælarum, so teir eiga at vera betri enn vit. Tí fara vit heldur ikki at trýsta eins høgt og við gera í føroysku kappingini. So verða vit revsaðir. Vit verða meiri verjukendir og leypa millum annað ikki á við báðum bakkunum, sum vit annars gera í Føroyum, sigur Jan Dam.
Stórir og sterkir
Jan Dam hevur sæð upptøkur av FC Levadia Tallinn. Har hevur hann eyguni eftir onkrum av útlendsku spælarunum.
- Teir hava onkrar útlendskar spælarar, og liðið spælir sum so góðan fótbólti. Teir hava fleiri spælarar, sum eru yvir 190 cm, og av tí sama eru teir stekrir upp á deyðbóltar, sigur Jan Dam.
Luc Manga og Marcellin Gando koma úr kamerun, meðan russisku Alan Gatagov, Yevgeni Kobzar og Anton Miranchuk styrkja um liðið.
Dysturin millum FC Levadia Tallinn og HB byrjar klokkan 17. In.fo fylgir dystinum beinleiðis.