HB og KÍ eru undir strikuni

Í dag verður farið undir annan triðingin av landskappingini í 1. deild

Seinnapartin verður 10. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Eftir fyrsta triðingin er TB greitt oddalið, og FC Suðuroy er eisini á uppflytingarplássi.

Merkisvert er, at tað eru sigursvandu feløgini HB og KÍ, sum eru á niðurflytingarplássunum.

KÍ hevur vunnið eina ferð, og HB eigur framvegis fyrsta sigurin til góða.

Í dag fær KÍ vitjan av B36, ið er næstovast, og sum klaksvíkingar fyrr í ár í Gundadali taptu 8-1 ímóti. HB skal spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, sum fyrr í ár vann 2-1 í Gundadali.

TB, sum framvegis hevur fulla úrtøku, er á veg til Runavíkar. Tá ið NSÍ vitjaði í Trongisvági var úrslitið 3-1 heimasigur.

FC Suðuroy er á veg til Leirvíkar. Merkisvert er tað, at Víkingur ikki enn hevur verið á Vágseiði. Dysturin í 3. umfari varð útsettur. Hann verður spældur 1. juni.

07Vestur tapti í 3. umfari 2-0 á heimavølli ímóti AB. Síðani hevur pílurin víst rætta vegin í Vágum, meðan fótbóltslagið onkuntíð hevur verið betri á Argjum, enn tað nú er. Í dag verður møguleiki hjá 07Vestur á Argjum at siga takk fyri seinast.

 

10. umfar

KÍ-B36: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Víkingur-FC Suðuroy: Bent Tommy Linklett kl. 15.00

NSÍ-TB: Johan Petur Michelsen kl. 13.00

EB/Streymur-HB: Bjarki Danielsen kl. 13.00

AB-07Vestur: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

 

Støðan undan 10. umfari

TB 27

B36 21

FC Suðuroy 16

07Vestur 16

NSÍ 12

AB 11

Víkingur 9

EB/Streymur 7

KÍ 5

HB 2

FC Suðuroy og Víkingur hava spælt 8 dystir, og hini liðini hava spælt 9 dystir.