Tað er av álvara gerandisdagur aftur í HB, eftir at tað í síðstu viku bæði eydnaðist at vinna í landskappingini ímóti oddaliðnum KÍ, og tað eydnaðist at vinna seg í steypafinaluna.
Í kvøld spældi HB í Gøtu ímóti Víkingi. Hesi bæði liðini skulu í heyst spæla steypafinalu.
Í kvøld vann Víkingur 1-0.
Einasti málskjútti var Dion Splidt, sum eftir fýra minuttir stýrdi bóltin í málið, eftir at Sølvi Vatnhamar hevði lagt innfyri úr vinstru.
HB royndi og royndi, og heimaliðið vardi og lúrdi eftir møguleikanum at fara í kontra. HB hevði bóltin væl meiri, men tað kendist vandamiklari, tá ið Víkingur bjóðaði av í skjótum mótálopum.
-At teir skoraðu beinanvegin var tað, sum als ikki skuldi koma fyri. Víkingarnir eru góðir at verja og bíða eftir møguleikanum at fara í kontra. Tað sóu vit aftur í kvøld. Nú ræður um hjá okkum at vinna nakrar dystir. Í løtuni hugsa vit ikki um, hvør møguleikin er at endurvinna FM, sigur HB málverjin Teitur M. Gestsson.
Málskjúttin hjá Víkingi, Dion Splidt, er væl nøgdur:
-Eg hevði ikki roknað við, at bólturin skuldi koma heilt yvir til handara stólpa eftir innleggið úr vinstru, men tað var góð kensla at skora. Undan dystinum tosaðu vit um, at tað skuldi ikki eydnast HB at spæla millum keturnar hjá okkum soleiðis, sum tað bar til hjá teimum, tá ið vit taptu 3-1 í Gundadali, og ætlanin hjá okkum eydnaðist, sigur væl nøgdi málskjúttin Dion Splidt.
Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 23 stig – trý færri enn oddaliðið KÍ – og at HB hevur 18 stig.