Tað er nú greitt, at HB hevur Aleksandar Stankov tøkan til dystin móti Víkingi sunnudagin. Eftir at nýggjur sáttmáli varð gjørdur í summar, eru uppihalds- og arbeiðsloyvini komin upp á pláss. Hann hevur sitið uttanfyri síðani summarsteðgin.
- Vit hava gjørt tað vit skulu gera. Tað tekur ein mánað at fáa viðgjørt eina umsøkn upp á eitt longt uppihalds- og arbeiðisloyvi. Tað hevur tikið ein mánaði og ein vika í hesum førinum, sigur Kaj Leo H. Johannesen, formaður í HB.
Aleksandar Stankov, sum er úr Makedonia, bleiv av fyrstan tíð leigaður úr Viborg, har sáttmálin gekk út í summar. Síðani hevur hann gjørt nýggjan sáttmálan við HB. Tað er eitt sindur ógreitt hvussu langur sáttmálin er, men fyribils spælir hann árið út við HB.
Einki nýtt um Pingel
Sebastian Pingel hevur fingið fýra dystir leikbann frá danska fótbóltssambandinum. Orsøkin er, at hann saman við 15 øðrum spælarum hevur fingið fíggjarligan ágóðan av, at lata seg regristrera sum hjálparvenjara í Odder IGF. Tað er enn óvist, um leikbannið er galdandi í Føroyum.
Les eisini: Fýra dystir leikbann til Pingel
- Eg havi ongar viðmerkingar í løtuni, segði Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum í gjár. Einki nýtt er í málinum í dag, so fyribils er smílandi áleyparin hjá HB tøkur til vikuskiftið.
Rás2 sigur frá dystinum millum Víking og HB.
17. umfar:
Víkingur – HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
EB/Streymur – KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ – TB/FCS/Royn (15.00)
B36 – ÍF (15.00)
Skála – 07 Vestur (15.00)