HB hevur ongan hug at leggja seg niður, hóast B36 var á odda 2-0. Síðani B36 økti um leiðsluna, hevur HB venjarin, Rúni Nolsøe, rættuliga spent álopsbogan.
Fróði Benjaminsen er fluttur úr miðverjuni og fram í álopið, og í aftastu røð hjá HB er ofta rættuliga tunnligt.
Tað hevur eisini eydnast HB at minka um munin. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at bólturin var komin í armin á B36 liðformanninum Klæminti Matras. Andrew av Fløtum, sum er komin fyri seg aftur eftir skaðasteðg, umsetti til mál´.
Um tað skal eydnast HB at røkka finaluni, so skulu teir svørtu og reyðu skjóta tvey mál afturat.