HB svam í møguleikum

Men tað eydnaðist ikki meistarunum at fáa hol á ímóti B36, sum fekk eitt mál kolldømt

Tað er ikki á hvørjum ári, at tað endar málleyst, tá ið HB og B36 hittast, men soleiðis var tað íkvøld, tá ið tað var grannauppgerð í Gundadali.

Teir í B36 kenna seg meiri at hava vunnið eitt stig enn teir í HB, sum eiga at kenna seg hava tapt tvey stig.

Serliga í fyrra hálvleiki spældi HB seg til fleiri góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í B36 máliuð, har Hans Jørgensen var stinnur síðsti skansi.

Í fyrra hálvleiki eydnaðist tað B36 at fáa bóltin í HB málið. Árnij Frederiksberg legði við frísparki innfyri úr høgru, og við handara stólpan sendi Erling Jacobsen bóltin í málið. Dómarin kolldømdi málið, og so eydnaðist tað hvørgum partinum at fáa mál.

B36 er á triðja plássi við 35 stigum, og HB er á fjórða plássið við 34 stigum.

 

https://www.in.fo/myndasavn/