1. deild menn:
HB-FSV 6-2 (1-1)
HB-avrikið fyrra hálvleik var nakað av tí vánaligast havnaliðið hevur spælt í ár.
Teir vóru ómotiveraðir, sløsaðu og settu seg ikki so trygt á dystin, sum hugsast kundi.
Teir stillaðu liðið nakað øðrvísi enn teir vanliga gera, og tað var viðvirkandi til, at innsatsurin var vánaligur.
HB hevði tríggjar mans í verjuni, fýra á miðvøllinum, uttan vanligar vongverjar, og tríggjar á toppinum.
Jens Erik Rasmussen sat uttanfyri fyrra hálvleik, men hann kom inn í steðginum, og tá HB samstundis fór aftur til vanligu uppstillingina, gekk sum eftir ánni.
Gunnar Mohr og Uni Arge vóru í álopinum, og teir gjørdu bart í seinna hálvleiki. Andrew av Fløtu var tikin út tá Jens Erik kom inn, og í tíðliga í seinna hálvleiki komu Hegga Samuelsen og Hallur Danielsen inn fyri Inga Rasmussen og Mikkjal Thomasen.
Javnaðu áðrenn hálvleik
FS Vágar legði seg á odda í fyrra hálvleiki, tá teir fingu brotspark, sum varð dømt, tá Torkil Nielsen var ólógliga steðgaður. Marek Vierzbicki tók sær av sparkinum, og hóast Bárður Johannesen, sum aftur hesaferð stóð í málinum, hevði hond á, fór bólturin í málið.
HB javnaði fyri hálvleik, tá Gunnar Mohr tætt inni við málið fekk rætta eitt innlegg av.
Í seinna hálvleiki legði HB harðliga fyri, og teir settu seg fullkomiliga á dystin. Allan Mørkøre legði upp til málið, sum Uni Arge gjørdi til 2-1, og løtu seinni skoraði Rúni Nolsøe eftir trunkaspæl.
Gunnar gjørdi tað til 4-1, áðrenn Uni rundaði av við tveimum málum afturat. Uni er klárt á odda á málskjúttaralistanum, og eingin ivi er um, at tað verður hann, sum í ár fer við gylta stivlanum hjá monnum.
FS Vágar fekk eitt mál afturat, og tað gjørdi heðin Joensen, tá hann gjørdist leysur, slapp fram við málverjanum og sparkaði í tóma málið.
HB-sigurin stóð í skugganum av FM-sigrinum hjá grannunum í B36.
HB var undan hesum umfarinum einasta liði, sum kundi hótta B36, men tá B36 vann sín dyst í Vági, gjørdi tað tað sama hvussu nógv HB vann ? teir kunnu ikki røkka heilt fram longur.
FS Vágar slapp undan skæðum og leikbannum til dystin móti B71, sum vrður avgerandi fyri hvat lið skal flyta beinleiðis niður í 2. deild.