Tað eydnaðist ikki KÍ at økja um kappingina um oddasessin í Betri deildini. Heldur var tað HB, sum við 1-0 sigri á Summarfestivalinum í Klaksvík styrkti um sína støðu.
Sigurin ber við sær, at tað aftur eru fimm stig frá HB og aftur til B36.
Sigursmálið skoraði Ari Mohr Olsen tíðliga í seinna hálvleiki.
HB dugdi væl at leggja langar og neyvar sendingar fram í borðini, og tað var eftir álop í høgru og innlegg frá Adrian Justinussen, at Ari Mohr Olsen sendi bóltin í KÍ málið.
HB vísti mesta partin av tíðini betri hugburð og meiri vilja.
Síðstu løtuna legði KÍ øgiliga nógv fyri, og í síðstu løtu var tað fleiri ferðir tætt við, at tað eydnaðist at javna.
Innskifti Jóannes Bjartalíð var tætt við, tá ið hann við frísparki úr tjúgu metrum smekkaði til, men Teitur Matras Gestsson bjargaði til horna.
Í yvirtíðini var tvær ferðir heilt tætt við, at KÍ javnaði. Síðsta royndin var, at Jóannes K. Danielsen legði innfyri, og Semir Hadzibulic stútaði í stólpan og so til málspark.
Í Gundadali endaði tað 2-2 millum B36 og EB/Streym, eftir at B36 í seinna hálvleiki leingi var frammanfyri 2-1 og hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna.
Innskifti Arnbjørn Hansen javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu tveir minuttir. EB/Streymur hevur merkisvert gott tak á B36. Í fyrsta umfari vann EB/Streymur 3-2 á heimavølli ímóti B36.
KÍ - HB 0-1 (0-0)
0-1: Ari Mohr Olsen 56.
B36 - EB/Streymur 2-2 (1-1)
0-1: Andras Olsen 33.
1-1: Kaimar Saag 38.
2-1: Benjamin Heinesen 46.
2-2: Arnbjørn Hansen 88.
HB | 18 | 15 | 1 | 2 | 34 | 13 | 46 |
KÍ | 18 | 13 | 2 | 3 | 33 | 12 | 41 |
NSÍ | 17 | 10 | 3 | 4 | 39 | 15 | 33 |
Víkingur | 17 | 10 | 2 | 5 | 29 | 19 | 32 |
B36 | 17 | 9 | 3 | 5 | 35 | 23 | 30 |
Skála | 17 | 5 | 3 | 9 | 16 | 25 | 18 |
EB/Streymur | 18 | 4 | 6 | 8 | 20 | 28 | 18 |
Suðringar | 17 | 4 | 3 | 10 | 17 | 28 | 15 |
AB | 17 | 2 | 2 | 13 | 8 | 39 | 8 |
07 Vestur | 16 | 1 | 1 | 14 | 13 | 42 | 4 |