HB var best í Klaksvík

HB vann greitt á bæði EB/Streymi og KÍ, áðrenn Fróði Benjaminsen kundi staðfesta, at Klaksvíkssteypið skal standa í HB-húsinum komandi árið

FÓTBÓLTUR

 

Í nógva vindinum og kuldanum kundi Fróði Benjaminsen, liðskipari hjá HB, seinnapartin í gjár taka ímóti Klaksvíkssteypinum. Tað var greitt, eftir at høvuðsstaðarfelagið leygardagin hevði bast greipuvinnarunum frá í fjør og sunnudagin í finaluni koppaði vertunum úr Klaksvík.

Klaksvíkskappingin, sum KÍ skipar fyri árliga, er vorðin fastur táttur av fótbóltsárinum. Dystirnir vóru avgreiddir á Injector Arena um vikuskiftið, og tað merktist, at fólk gleða seg til kappingarárið, sum stendur fyri framman.

 

HB basti meistarunum

Liðini løgdu til brots leygardagin, tá HB og EB/Streymur hittust. Hóast Bárður Olsen legði sundalagsmenn á odda við brotssparki í fyrra hálvleiki, eydnaðist teimum reyðu og svørtu at vinna seg í finaluna. Við málum frá Rógva Poulsen, Andrew av Fløtum og Christian Mouritsen tryggjaði HB sær pláss í finaluni. Hóast størsti áhugin var fyri enska stórdystinum millum Manchester United og Liverpool, høvdu fólk leitað sær á Injector Arena.

 

B36 misnýtti øll

Seinni á degnum tóku vertirnir úr Klaksvík ímóti B36. Tíðliga í dystinum varð framherjin á heimaliðnum, Adrian Joensen, útvístur eftir nærdyst við Herbert í Lon Jacobsen. Men í undirtali stríddust klaksvíkingar væl, og tað gav úrslit, tá Kristoffur Jakobsen legði KÍ á odda í fyrra umfarinum. Gestirnir úr høvuðsstaðnum trýstu í seinnu hálvleiki, og við fáum minuttum eftir av dystinum javnaði Høgni Eysturoy úr stuttari fjarstøðu.

Brotssparkskappingina vann KÍ við trimum málum ímóti ongum. Fróði Clementsen, Jákup á Borg og Bogi Hermansen raktu ikki málið úr 11 metrum, og so var KÍ í finaluni.

 

Sundalagsmenn greitt omaná

Dystin um triðja plássið, sum varð í gjár, vann EB/Streymur greitt. Sundalagsmenn vunnu heili 5-1 móti B36. Tað eydnaðist millum annað Alex José Dos Santos at koma á máltalvuna móti sínum fyrrverandi liðfeløgum, tá brasilumaðurin økti til 3-1.

Hans Pauli Samuelsen við tveimum og Bárður Olsen og Leif Niclasen við hvør sínum, stóðu fyri hinum málunum.

 

Uppiborin sigur

HB vann uppiborið finaluna móti klaksvíkingum. Fróði Benjaminsen legði eftir lítlari løtu gestirnar á odda, og løtu seinni økti Rasmus Nolsøe við beinleiðis frísparki. KÍ hótti ongantíð leiðsluna hjá teimum reyðu og svørtu, og um fimm-tíðina kundi HB-leikararnir frøast um Klaksvíkssteypið.

Tað er ikki altíð, at úrslitini í hesu árligu kappingini í Klaksvík eru eftirfarandi. Men við støði í avrikunum hjá HB, verða teir reyðu og svørtu helst ein av avbjóðarunum til FM-heitið.