B36 hevur sett nýggja høvðusvenjari fyri ungdómin. Talan er um Áka Johansen, sum annars skuldi venja næst best liðið hjá HB, men hevur valt at taka av nýggjari avbjóðing, skrivar heimasíðan hjá B36.
Áki Johansen hevur verið dagligur gestur í HB húsinum farnu árini, har hann hevur verið ungdómsvenjari, umframt at hann hevur verið U-landsliðsvenjari hjá FSF. 46 ára gamli venjarin hevur A-prógv og hevur fyrr verið settur í samband við hjálparavenjarastarvið í millum annað AB.
Í fjør varð fyri fyrstu ferð roynt at seta fólk í starv fulla tíð í B36, og var tað Bjarni Arnason, sum tá var bæði høvuðsungdómsvenjari og samskipari.
Nevndin hevur verið sera væl nøgd við arbeiðið hjá Arna, men mett varð tó, at tað var skilabetri at hava ein greiðan skilna millum hesar báðar starvssetanir, og tí vórðu størvini lýst leys at søkja í heyst
Síðani 1. januar hevur Andrass Thomsen virkað sum parttíðarsettur samskipari, og í dag er Áki Johansen settur í starv sum høvuðsungdómsvenjari.