HB-Víkingur beinleiðis á FM1 klokkan 18 í kvøld

Nummar trý tekur móti nummar tvey á ovara vølli í Gundadali

Fjórði dysturin í 16. umfarinum í Betrideildini verður leiktur í kvøld klokkan 18 á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

HB er nummar trý við 28 stigum og Víkingur er nummar tvey við 37 stigum. Víkingar hava níggju stig upp til oddaliðið, KÍ sum hevur 46 stig.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo