HB vitjar á Svangaskarði

Ein dystur er í Effodeildini í dag, og verður hann kl.17.00 á Toftum ímillum B68 og HB.

 

Toftamenn eru í somu støðu, sum teir hava verið í alt kappingarárið. Teir hava stóran tørv á at skava sær nøkur stig saman fyri at sleppa undan niðurflytingarvandanum, sum hevur hótt teir alt árið eftir eitt kappingarár, ið á ongan hátt kann sigast at hava verið nøktandi.

 

Í dag fáa teir vitjan av HB, sum eftir summarsteðgin hevur verið bæði niðri og uppi. 2-4-tapið ímóti NSÍ kom dátt við í stríðnum at hanga í oddanum, men hinvegin kom 4-1-sigurin á TB seinasta vikuskiftið væl við. Spælið í hesum dystinum boðar eisini frá góðum hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum leingist eftir støðugari avrikum og væl kann bøta um hetta á Svangaskarði í dag.

 

Dysturin, sum byrjar kl.17.00, verður leiddur av Róa Jacobsen sum dómara. Portalurin fylgir sum vera man dystinum beinleiðis.