Nú er tað manningarliga so mikið gott, sum tað næstan kann vera hjá EB/Streymi. Arnbjørn Hansen er tøkur aftur, og tað kann vera, at hann fer at eiga størri leiklut í dag, enn hann higartil hevur havt.
-Tað er týdningarmikið, tí tað gevur venjaranum fleiri streingir at spæla uppá, sigur EB/Streyma liðformaðurin Rógvi Egilstoft Nielsen.
-Tað er stór avbjóðing at spæla í Trongisvági. Suðringar megna at spæla upp ímóti øllum hinum, og vit vita, at tað verður torført. Ímóti Skála vístu vit góðan hugburð, men tíverri megnaðu vit ikki meiri enn málleysan javnleik. Tað var ikki nóg gott á heimavølli, og tí er neyðugt at vinna úrtøku á útivølli, sigur Rógvi Egilstoft Nielsen.
Í Suðuroy halda teir, at avrikini hava verið væl frægari, enn støðutalvan vísir. Suðringar hava fýra stig. Jzvnleikin vunnu teir í Gøtu fyri einari viku síðani – fýra dagar eftir steypasigurin ímóti KÍ.
-Marginalirnir hava ikki verið við okkum. Tað vóna vit, at teir nú fara at vera, men tað plagar at vera soleiðis, at tann, sum arbeiðir miðvíst og vísir góðan hugburð, fær marginalirnar í sín part. Um vit skulu flyta okkum á støðutalvuni, so skulu vit helst vinna fulla úrtøku á heimavølli, og tað vóna vit fer at eydnast í dag, sigur venjarin hjá Suðringum Glenn Ståhl.
Ari Krosslá Poulsen er skaddur, og tað er ivasamt, um Heri E. Kjærbo og Isac Shaze vera førir fyri at spæla ídag.