Heðin Mortensen er irriteraður inn á samgonguna

Tað irriterar Heðin Mortensen, løgtingsmann fyri Javnaðarflokkin, at ætlanin nú er at flyta partafelagið, sum umsitur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, til Runavíkar.

 

Partafelagið hevur havt bústað í Havn, men í ólavsøkurøðu sínu vísti løgmaður á, at ætlanin er at flyta tað til Runavíkar á nýggjárinum. Hetta er ein liður í arbeiðinum at býta arbeiðspláss javnari ímillum tey ymsu økjunum í landinum.

 

Men nú ger Heðin Mortenen, sum eisini er býráðslimur í Havn, greitt, at hetta irriterar hann eitt sindur, at stovnar verða fluttir úr Havnini. Hann spyr, hvør meiningin er, um ætlanin bara er at flyta partafelagið og lata starvsfólkini vera eftir í Havn.

 

Floksfelagi hansara, Helena Dam á Neystabø, staðfestur, at samgongan hevur boðað frá, at endamálið er at býta virðini javnt ímillum tey ymsu økini í landinum, og ein partur av tí er at flyta arbeiðspláss.

 

Sjálv er hon ikki serliga heit fyri at rykkja arbeiðspláss upp við rót fyri at fáa tey at passa inn í eitt økispolitiskt talv. Men hon heldur, at nettupp tað at flyta partafelagið, sum rekur undirsjóvartunlarnar, er ikki eitt so ógvusligt inntriv, at tað ikki er til at liva við.