Heðin: Tað hjálpti at seta Arnbjørn inn

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi seta orð á 2-1 heimasigurin ímóti 07 Vestur

EB/Streymur er níggju stig røttumegin niðurflytingarstrikuna aftaná ein 2-1 heimasigur ímóti 07 Vestur, har innskifti málrevurin, Arnbjørn Hansen kom inn og avgjørdi dystin fyri heimaliðið aftaná gott upplegg frá Pæturi Petersen.

 

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi stórfegnast um sigurin, og hann er serliga fegin um, at innskiftingin av Arnbirni Hansen fekk ta ávirkanina hann ætlaði, har dysturin koppaði til EB/Streym.

 

Leikliga er Heðin Askham sera væl nøgdur við fyrra hálvleik, men hann heldur, at 1-0 var ov lítið í mun til tað sum sundalagsmenn skaptu. Heðin heldur, at tað var minni skil á leikliga hjá EB/Streymi í seinna hálvleiki tá tað eisini eydnaðist 07 Vestur at javna til 1-1.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Heðin Askham. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Paula Poulsen hoyrist HER