- Eg fekk eina vánaliga afturlegging og náddi akkurát at sparka bóltin vekk, áðrenn Símun Samuelsen og eg rendu saman, sigur Heðin Stenberg, sum fram til tá hevði hildið AB málið reint í dystinum.
Heðin Stenberg fekk í fjør ein álvarsaman skaða í høgra knæ, men hesa ferð gekk tað útyvir vinstra knæ.
- Tað kendist akkurát líka, sum tá eg fekk skaðan í fjør. Eg var bangin fyri, at tað var álvarsamt aftur hesa ferð, men tíbetur sær tað ikki út til at verða tilfeldi, sigur Heðin Stenberg.
Heðin mátti berast av vøllinum við børu og varð koyrdur beint á landssjúkrahúsið.
- Eg havi verið í rønkuni og læknarnir siga, at har er einki gali. Knæið er hovið og eg havi eitt sindur ilt, men annars havi eg tað gott, sigur Heðin.
AB skal sunnudagin í Gundadal spæla spæla ?hina? grannauppgerðina ímóti B36.
- Eg eri ivasamur til tann dystin, men nú fáa vit at síggja, sigur Heðin Stenberg at enda.
AB hevði ongan eykamálmann á bonkinum og tí fór ongin minni enn Evrard Blé í málmanshandskarnir. Tað gjørdi hann til tíðir sera væl, meðan tað í onkrari støðu ikki eydnaðist so væl hjá honum.