Heðin Weihe »føroyameistari« í golf

Í finaludystinum fekk Heðin hevnd fyri tapið móti Hans Thomassen, eftir at hesin seinni hevði funnið holkappingina mikudagin

golf

Hetta vikuskiftið varð kappast um klubbmeistaraheitið í Tórshavnar Golfklubba. Við tað at tað bert er tann eini golfklubbin í Føroyum, kann hetta meistaraheitið eisini metast sum óalment føroyameistaraheiti í golf.
Kappast var yvir 36 hol í tveir dagar, leygardagin og sunnudagin. Og tað eydnaðist Heðini Weihe at endurvinna meistaraheitið. Heðin brúkti 169 sløg upp á tey 36 holini, 81 sløg leygardagin og 88 sløg sunnudagin. Nummar tvey gjørdist Hans Thomasen, ið einans hevur spælt golf í eitt hálvt ár, við 179 sløgum, meðan formaður golfklubbans, Harald Eirikstoft, gjørdist nummar trý við 191 sløgum.
Nummar fýra var René Dahl Olsen, nr. 5 Jón Niclasen, nr. 6 Julius Johannesen, nr. 7 Regin Andreasen og nr. 8 gjørdist Janus Norðberg.
Við meistaraheitinum fekk Heðin Weihe svara aftur fyri tapið móti Hans Thomasen í sokallaðu holkappingini, ið er ein kapping eftir cup-skipanini. Hans og Heðin spældu finaluna mikukvøldið, og tá vann Hans 3-2, tað vil siga, at hann hevði vunnið trý hol fleiri enn Heðin, tá tvey vóru eftir at spæla.
Hjá kvinnunum varð klubbmeistaraheitið spælt seinasta vikuskifti, og her vann Sigrun Samuelsen framman fyri Juliannu Klett. Sokallaðu Tinganeskappingina vann Jette Eirikstoft.
Kappast hevur eisini verið um sokallaða Smyril Line Cup. Ta kappingina vann Rói Christiansen.
Tórshavnar Golfklubbi gevst nú at spæla golf á breytini á Vatnaskørðum, tí nú skal grasið hjá Hoyvíksbóndanum hava frið at vaksa. Spælast kann aftur, tá bóndin hevur sligið, væntandi um ólavsøkumundið.