Í hesum døgum verður eitt sokallað Synthposium hildið í Moskva, har Heðin Ziska Davidsen er við.
Hann er boðin at hava eina framførslu, og eina framløgu. Bæði snúgva seg um ’støj’ og ’signal’ og móti millum tey.
Synthposiumið er ein ráðstevna við framførslum, framløgum og framsýningum, har dentur er á ljóðgerð; ymsir mátar at tilevna ljóð, serliga syntetisk ljoð. Listafólk úr øllum heiminum savnast at hava framførslur og framløgur um sína list, og hvussu tey gera og nýta ljóð. Eisini eru fyritøkur, ið framleiga ymiska útgerð, ið verður nýtt til framførslur, og sýna fram.
Innan elektroniskan tónleik og ljóðlist hevur modular synthesizarin gjørt seg meira og meira galdandi tey seinastu árini, hóast hann ikki er so nógv at síggja í Føroyum enn. Tað er millum annað á hesum ljóðførinum, at Heðin fer at framføra.