Heðin er ein Putin

– Tað er skoðsmálið hjá Olivur Joensen á Norðlýsinum

– Tað er skoðsmálið hjá Olivur Joensen á Norðlýsinum.

 

Útvarpið hitti hann í morgun, í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðani, at Norðlýsið kom út á fyrsta sinni. Blaðið er tó ikki komið út samanhangandi síðani – men hevur tó yvirlivað øll hini lokalbløðini og øll landsbløðini við – uttan Sosialin, sum er komin út uttan slit síðani 26. mai í 1927.

 

– Í Havn hava tit ein lítlan Putin við borgarstjóranum. Tit hava onga andstøðu, og býráðspolitikarar í Havn eru farnir at blanda seg upp í landspolitikk. Teir vilja gera eina trailarahavn í Havn og vilja ikki hoyra talan um samstarv um slíka havn á Skálafjørðinum, segði Olivur Joensen við Norðlýsið.

 

Ímyndin av Norðlýsinum í mong ár segði eisini, at tað er ein katastrofa, at Føroyar eru eitt valdømi.

 

– Politikarar mugu veljast í Havn. Uppgávan hjá Norðlýsinum er tí enn sum áður at vera røddin hjá fólkinum uttan fyri Havnina, segði Olivur Joensen.