Heðin: HB er tað størsta

Tað sigur Heðin Askham um uppgávuna at venja HB

 Heðin Askham er í dag settur sum nýggjur venjari hjá HB. Hann hevur fingið ein trý ára sáttmála. Heðin hevur fyrr verið upp á tal í HB, men hesa ferð kundi U21 landsliðsvenjarin ikki siga nei.

 

-       Eg havi havt møguleikan fyrr, men hesa ferð kenni eg meg kláran til starvið, sigur Heðin Askham.

 

Tað er kom sum ein bumba í føroysku miðlunum, at Heðin í morgun hevur tikið av tilboðnum um at verða nýggjur venjari hjá HB. Hetta var dult sum mansmorð til í morgun.

 

-       Hetta er eisini nýtt fyri meg og tilgongdin hevur verið skjót og greið. Eg fekk eitt tilboð og valdi at taka av, sigur nýklakti venjarin hjá HB, Heðin Askham.

 

HB hevur hevur síðani 2002 havt 14 venjarar. Ongin av teimum hevur sitið longri enn hálvtannað ár.

 

-       Eg veit at hetta er ein tungur venjarastólur. HB er eitt søguríkt felag, sum hevur vunnið nógv meistaraheiti og heiðursmerki. HB er tað størsta í føroyskum fótbólti, men eg kenni HB og eri brynjaður til trýsti, sum fylgir við, sigur Heðin Askham víðari.

 

HB vann í ár FM og fleiri væntaðu, at Oddbjørn Joensen fór at fáa bjóða ein nýggja sáttmála. Tað vísir eisini hvussu nógv skal til at verða venjari hjá HB.

 

-       Eg veit eisini, at úrslitini koma at verða avgerandi. HB hevur nógvar góðar venjarar í ungdómsdeildini og felagið er í eini spennandi menning, men eg veit eisini at HB hevur eitt gott lið, sum júst er blivið FM vinnari, sigur Heðin Askham víðari.

 

Heðin Askham er saman við Bill M. Jacobsen eisini venjarar hjá U21 landsliðnum. Komandi ár hevur U21 landsliðið bara tvær uppgávur.

 

-       Ein orsøk til, at bæði eg og Bill eru í dagligum starvi aftur, er at U21 landsliðið bara hevur tvær uppgávur komandi kappingarár. Tí hevur Fótbóltssambandið givið okkum loyvi at venja lið í ár. Tá tað árið er farið, so má eg til at tosa við Fótbóltssambandið aftur, sigur Heðin Askham.

 

Leingi var líkt til, at Heðin Skuldi verða venjari hjá NSÍ. Í Runavík vóru tey glað fyri venjaran, sum eisini er glaður fyri tíðina í NSÍ.

 

-       Eg havi tosað við NSÍ. Eg havi ikki eitt ringt orð at siga um felagið ella viðurskiftini har. Tað hevur verið ótrúliga tungt at takka nei til NSÍ, sigur Heðin Askham víðari.

 

Sostatt skal NSÍ hava nýggjan venjara, meðan tað ikki var nokk hjá Oddbirni Joensen at vinna FM.