Heðin Mortensen manglar 12 ár fyri at taka Winston Churchill

Winston Churchill sat í bretska parlamentinum í heili 62 ár

Heðin Mortensen hevur sett eitt flott met fyri alt kongaríkið. 

 

Hann hevur sitið í býráðnum í Havn í heili 50 ár. Eitt flott met, ið helst ikki verður tikið í bræði.

 

Heðin Mortensen manglar tó 12 ár um hann skal taka politisku yrkisleiðina hjá Winston Churchill.

 

Winston Churchill sat í bretska parlamentinum í heili 62 ár. Fyrst millum 1900 og 1922, og síðani millum 1924 og 1964. Winston Churchill var 26 ár fyrstu ferð hann var valdur, og hann var 90 ár tá hann legði frá sær.