óheft eftirlit alneyðug í føroyum

Í smásamfeløgum verður ofta roynt at sleppa undan tí skriftliga og formliga, og mál verða avgreidd umvegis persónlig sambond. Júst av hesi orsøk er so umráðandi at hava óheftar eftirlitsstovnar sum umboðsmannin og dómstólarnar, segði Róbert Spano, professari við Háskóla Íslands, á ráðstevnu um umboðsmannin fríggjadagin. Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, tók undir við hesum sjónarmiði og helt, at føroyska umsitingin væl kann brúka umboðsmansstovnin sum inspiratión heldur enn frustratión

»Stórur tørvur er á einum effektivum eftirliti við umsitingini í smáum sam­feløgum, har fáir persónar hava stórt vald. Eg havi stundum sagt við fólk í umsitingini í Reykjavík, at støddin hjá Íslandi hevur við sær, at fakligu krøvini til umsitingina eru størri enn í stórum samfeløgum. Orsøkin er, at tann skaði, sum ein lítil og fáment umsiting kann fremja í einum lítlum samfelag, kann vera munandi størri enn í stórum samfeløgum, har valdsbýtið er størri, og fleiri eru at taka sær av umsitingini.«
Við hesum orðum sló Róbert Spano, pro­fessari við Háskóla Íslands, rimmar­fast á ráðstevnu hjá løgtingsins um­boðs­manni í Norðurlandahúsinum, at umboðsmansstovnurin hevur av­ger­andi týdning fyri rættar­trygdina í smá­samfeløgum. Umboðs­maðurin hevði boðið trimum fyrilestrar­hald­arum, Sjúrði Rasmussen, ráðgeva á Løgmansskrivstovuni, Johnhardi Klettheyggj, leiðandi løg­frøð­ingi í Almannamálaráðnum og Heilsu­mál­aráðnum, og Róberti Spano at siga sína hugsan um, hvønn týdning umboðsmaðurin hevur.
Allir tríggir vóru sannførdir um, at umboðsmaðurin hevur stóran týdning. Sjúrður Rasmussen helt, at umboðsmaðurin við sínum niður­støðum kann venda frustratión í um­sitingini til inspiratión, og Johnhard Klettheyggj nevndi, at umboðsmaðurin er eitt sera gott amboð at mana illgitingar í jørðina. Júst illgitingar um um­sit­ingina vóru grundgevingin hjá Tjóð­veldis­flokkinum fyri at fáa á føtur ein umboðsmansstovn í 1992. Ta ferðina kom stovnurin ikki, men tá Jenis av Rana úr Miðflokkinum royndi aftur í 2000, varð ætlanin sett í verk.
 
Persónlig sambond
Ein spurningur, ið stundum er frammi, er, um føroyska umsitingin yvirhøvur er før fyri at umsita á reiðiligan hátt. Viður­skiftini í Føroyum eru smá, øll kenna øll, og mangan verða mál av­greidd umvegis persónlig sambond. Alt hetta viðgjørdi Róbert Spano í sínum fyrilestri. Hann nevndi, at í Íslandi hava fólk ofta hug at avgreiða mál persónliga, tí fólk kennast. Har á landi er eisini ofta trupult at taka illa umtóktar avgerðir, og politikkur ger tí mangan av, hvussu úrslitið verður, heldur enn galdandi reglur. Róbert Spano segði:
»Í smásamfeløgum verður ofta roynt at sleppa undan tí skriftliga og formliga, og ein politisk og sosial ment­an tekur seg upp, har dentur verður lagdur á fleksibilitet, effektiva og skjóta avgreiðslu, ongar formalitetir og stuttskygdar loysnir. Galdandi reglur verða settar til viks, og tørvurin í løtuni verður settur fremst. Í tílíkum umhvørvi krevjast sterkir og óheftir eftir­litsstovnar sum umboðsmaðurin og dóm­stólarnir fyri at halda røttu kós­ina og gera vart við meginreglurnar um virðing fyri galdandi lógum og reglum.«
Leikluturin hjá umboðsmanninum skal sostatt ikki undirmetast, segði Róbert Spano, men at vera umboðs­maður er ikki bara lætt, vísti hann á. Í einum lítlum samfelag, har viður­skiftini eru persónlig og ofta óformlig, krevst, at persónurin, sum røkir um­boðs­manssessin, hevur dirvi og karakter. Umráðandi er, at hesin per­són­urin ikki letur seg ávirka av dagsins kegli og teimum kenslum, ið alla­tíðina taka seg upp í samfelagnum, tí tá er vandi fyri, at umboðsmaðurin missir úr eygsjón meginreglurnar um fólka­ræði, rættarsamfelag og rættvísa máls­viðgerð.
 
Ivaðist í stovninum
Sjúrður Rasmussen, sum onkuntíð hevði fingið átalu frá umboðsmanninum á Løgmansskrivstovuni, t.d. í einum innlitsmáli, hevði tikið atfinningarnar til eftirtektar og broytt atferð í tílík­um málum, nevndi hann. Hann var vorðin  inspireraður heldur enn frustrer­aður av umboðsmanninum. Upp­runaliga var hann kortini ikki so sann­førdur um, at nakar yvirhøvur kundi vera umboðsmaður í Føroyum, tí hvør hevði nóg stórt trúvirði til tess? Sjálvur hevði hann havt eittans svar upp á tann spurningin – Guttormur í Múla. Tá rungaði láturin í Norður­landa­húsinum.
Sjúrður Rasmussen vísti skemtandi á, at Guttormur í Múla var lágvaksin, men sterkur, vitandi, ikki sørur í gandi, lógkønur og hevði stóra virðing mill­um manna. Haraftrat setti ongin spurnar­tekn við tað, ið maðurin segði. Helst mátti ein umboðsmaður hava allar hesar dygdir, og tað bar neyvan til, hevði hann hildið. Ráðini hjá Sjúrði Rasmussen vóru tí upprunaliga, at lands­stýrismálanevndin varð styrkt við einum løgfrøðiligum sekreteriati, og at borgarar fingu betri møguleikar at fáa fría rættargongd. Hann mintist eisini, at áhugin fyri umboðsmanninum var lítil, áðrenn stovnurin kom.  
»Fólksligi áhugin fyri umboðs­mans­stovninum tóktist at vera sera lítil í 90'unum. Eg minnist, at Fróð­skapar­setur Føroya hevði boðið til al­mennan fyrilestur, har danski, norski og íslendski umboðsmaðurin vóru við. Sjálvur møtti eg upp at lurta. Um­framt teir almennu fylgisneytarnar við umboðsmonnunum vóru vit tríggir áhoyrarar,« segði Sjúrður Rasmussen, og enn einaferð rungaði láturin, tí søgan lýsti væl, hvussu striltið hevur gingist at fáa umboðsmansstovnin settan á stovn síðan 1978, tá Jógvan Sundstein legði fyrsta uppskotið um tílíkan stovn fram.
 
Góða nyttu í Íslandi
Nú hevur løgtingsins umboðsmaður so virkað í 10 ár, fyrst við Joen H. Andreasen í stjórastarvinum og síðan við Sólju í Ólavsstovu. Bæði Sjúrður Rasmussen og Johnhard Klettheyggj hildu, at væl er komið burturúr hjá umboðs­manninum, og Róbert Spano segði, at umboðsmaðurin í Íslandi hevði gjørt stóran mun, síðan hann kom í 1988. Tann fyrsti, sum var umboðs­maður í Íslandi, var Gaukur Jörundsson, professari. Hann hevði umboðað Ísland í nevndini fyri mannarættindi hjá Evropa­ráðnum, og hetta ávirkaði straks nýggja stovnin.
Gaukur Jörundsson gjørdist eitt nú varugur við, at íslendska grundlógin ikki ásetti øll tey grundleggjandi manna­rættindini, sum í altjóða samfelagnum vóru sjálvsøgd. Tá hann tók við, høvdu ásetingarnar í grundlógini um mannarættindi nærum verið óbroyttar, síðan Ísland gjørdist lýðveldi í 1944. Tann evro-
peiski mannarættindasáttmálin var settur í gildi í Íslandi í 1953, men lóggávan var ikki dagførd. Hetta fekk hann broytt við at mæla til ymsar ábøtur á lóggávuna, og ásetingarnar um
mannarættindi í grund­lógini vórðu eisini broyttar. Róbert Spano tók samanum:
»Tey 23 árini, sum altingsins umboðs­maður hevur virkað, hevur hann avgreitt 7.000 mál ella í meðal 300 mál um árið. Hóast eg ikki kann kallast óheftur, tí eg arbeiddi hjá umboðs­manninum í 14 ár, haldi eg ongan iva vera um, at ávirkanin hjá um­boðs­manninum á fyrisitingina og fyri­sitingarrættin hevur verið stór og góð. Nógv úrslit eru rokkin, hvat viðvíkur at fáa umsitingina at taka fakligar avgerðir samsvarandi megin­reglunum í fyrisitingarrættinum, hóast sjálvandi ikki er komið á mál allastaðni enn.«
Róbert Spano tók eisini samanum, hví borgararnir viðhvørt kunnu hava brúk fyri einum umboðsmanni at við­gera teirra kærur mótvegis myndug­leikunum:
»Jú størri vald myndug­leikarnir hava, og jú meira teir ráða yvir lívinum hjá borgarunum, jú mátt­leysari kennir borgarin seg ímóti hesum ovurstóra valdinum. Ein liðiligur út­­vegur sum umboðsmaðurin, ið er lætt atkomiligur og kostar lítið, kann minka um kensluna av mátt­loysi hjá borgarunum mótvegis myndug­leik­unum. Umboðsmaðurin dømir ikki, men hevur fyrst og fremst eftirlit við legalitetinum,« segði hann.