Heidi eigur máltindin

Kvinnur: Við sigri í útsetta dystinum í Sørvági í kvøld er tað framvegis møguleiki fyri, at NSÍ kann vinna silvurkrónurnar

Heidi Sevdal skoraði tvey mál, tá ið NSÍ í kvøld vann 4-1 á útivølli ímóti 07 Vestur. Hon er toppskjútti við 30 málum

So hevur síðsta bríksl loksins verið í síðsta dystinum í 20. og næstsíðsta umfari. Í gjár varð dysturin á Dungasandi í Sørvági millum 07 Vestur og NSÍ útsettur. Í kvøld var NSÍ aftur í Sørvági, og NSÍ vann 4-1 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Sigurin ber við sær, at NSÍ hevur 39 stig. Tað eru tvey stig fram til EBS/Skála, sum er næstfremst. Harvið er tað framvegis møguleiki fyri, at NSÍ kann taka silvurkrónurnar frá EBS/Skála.

 

Leygardagin verður punktum sett fyri hetta kappingarárið. Tá eigur NSÍ heimavøll ímóti B36, meðan EBS/Skála fer í Gundadal at hitta HB.

 

Í kvøld megnaði 07 Vestur at halda tørn um málleysan javnleik, inntil tað restaðu sjey minuttir av fyrra hálvleiki. Tá skoraði Dania Olsen, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, økti Heidi Sevdal um munin til 2-0.

 

Margit M. Kwao minkaði um munin til 2-1 sjey minuttir eftir steðgin. So var spenningur aftur í, men bara í eina lítla løtu, tí Heidi Sevdal økti um munin til 3-1, áðrenn ein tími var farin, og Dania Olsen skoraði fyri aðru ferð, tá ið hon eitt lítið korter undan leikloki staðfesti 4-1 sigurin. Tilsaman hevur Dania Olsen skorað fýra mál í átta dystum í ár.

 

At Heidi Sevdal í kvøld skoraði tvey mál ber við sær, at hon samantalt er toppskjútti við 30 málum. Tað er langt aftur til næsta málskjúttan, sum er Lea Lisberg í EBS/Skála. Hon hevur skorað 20 mál.

 

201370601346
EBS/Skála201253411841
NSÍ201234682839
Víkingur201028543132
HB20938502530
B36208210364426
07 Vestur204016226012
AB/B71201019101223

 

 

 

Leygardagin 16. oktober

 

21. umfar

 

KÍ – AB/B71

 

Víkingur – 07 Vestur

 

NSÍ – B36

 

HB – EBS/Skála

 

 

 

Heidi Sevdal skoraði tvey mál, tá ið NSÍ í kvøld vann 4-1 á útivølli ímóti 07 Vestur. Hon er toppskjútti við 30 málum