KÍ hevur í dag vunnið FM heitið í kvinnufótbólti. Einasti veruligi kappingarneytin í FM stríðnum var EBS/Skála, sum vann silvurkrónurnar.
Í HB ætlaðu tey undan kappingarbyrjan at bjóða bæði KÍ og EBS/Skála av, men tað gekk ikki akkurát, sum tær í HB høvdu ætlað. Men tað gekk væl betri, enn tað hevur gjørt undanfarnu árini. Í fjør endaði HB á fjórða plássi, og í fyrraárið endaði HB á sætta og aftasta plássinum. Í ár vann HB bronsukrónurnar.
Tað snýr seg um at vinna FM kappingina, og har var KÍ enn eina ferð best. Men tað hevur eisini verið øgilig kapping um at eiga spælaran, sum rakk heilt upp á máltindin, og í tí kappingini endaði HB ovast.
Undan síðsta umfarinum var Heidi Sevdal í HB toppskjútti við 24 málum, og á næstu plássunum vóru Maria K. Thomsen og Rannvá B. Andreasen við ávikavíst 23 og 21 málum.
Í dag skoraði Heidi Sevdal fimm mál í 6-3 HB sigrinum á EBS/Skála. Rannvá B. Andreasen skoraði tvey mál og Maria K. Thomsen skoraði fýra mál í 9-0 KÍ sigrinum í Fuglafirði. Harvið er staðfest, at Heidi Sevdal er toppskjútti. Hon hevur skorað 29 mál. Næst á listanum eru tríggir KÍ spælarar: Maria K. Thomsen við 27 málum, Rannvá B. Andreasen við 23 málum og Sigrid Jacobsen við 15 málum.
Mynd: faroesoccer.com