Heidi og Páll eru á máltindinum

NSÍ og KÍ spælararnir vóru púra einsamallir ovast á tindinum

Tað er nú, at heiðrarnir fyri avrik í føroyskum fótbólti í 2024 verða handaðir á Hotel Hilton.

 

Fyrstu heiðrarnir, sum eru handaðir, eru gullskógvarnir.

 

Hjá kvinnum er tað Heidi Sevdal, sum fjórða árið á rað er toppskjútti. Í ár skoraði hon 33 mál. Hetta er 10. ferð, at Heidi Sevdal endaði ovast á máltindinum.

 

Runavíkar kommuna gav steypið, og tað var Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri, sum handaði heiðurin.

 

Hjá monnum er tað Páll A. Klettskarð, sum er toppskjútti. Hann skoraði 23 mál, og so nógv mál hevur hann ongantíð áður skorað í einum kappingarári.

 

Hetta er fyrsta ferðin, at Páll A. Klettskarð endaði einsamallur ovast á máltindinum.

 

JFK hevur latið steypið, sum Jógvan Hansen stjóri handaði.

 

##med2##