Heidi spyr

Javnstøðunevndin og nevndin, ið virkar fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, skutu herfyri upp, at løgtingsmenn lata sessin frá sær í einar tvær til fýra vikur næsta ár, so fleiri kvinnur, sum eru varatinglimir, kunnu sleppa inn um tinggátt. Nú spyr Heidi Petersen, tingkvinna hjá Tjóðveldisflokkinum, Jóannes Eidesgaard, løgmann, hvat hann heldur um uppskotið, og um hann er sinnaður at gera nakað fyri at fáa tað framt í verki.