Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum

So er tað í dag at Heiðrikur á Heygum sýnir fram listaverk síni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Tíðindaskriv:

 

Listaframsýningin hevur heitið, “hvøreriegnú?”. Framsýningin fevnir um 12 akvarellmálningar, sum hvør í sínum lagi lýsa menniskjalikamið í ymiskum dekonstruktueraðum støðum.

 

Framsýningin snýr seg um evnið umskapan, har Heiðrikur hugleiðir um ferðina frá onkrum gomlum til nakað nýtt. Í listaverkum sínum á framsýningini, hugleiðir Heiðrikur um endurskapan, endurføðing, samleika og grøðing. - Fyri at byrja av nýggjum, má ein bróta sundur.

 

Fernisering verður í dag klokkan 16:00

 

Hjartaliga vælkomin.