Heiðrikur á Heygum sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Heiðrikur á Heygum sýnir fram listaverk síni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík frá fríggjadegnum 4. oktober til 25. oktober 2024.

Listaframsýningin hevur heitið, “hvøreriegnú?”. Framsýningin fevnir um 12 akvarellmálningar, sum hvør í sínum lagi lýsa menniskjalikamið í ymiskum dekonstruktueraðum støðum.

Framsýningin snýr seg um evnið umskapan, har Heiðrikur hugleiðir um ferðina frá onkrum gomlum til nakað nýtt. Í listaverkum sínum á framsýningini, hugleiðir Heiðrikur um endurskapan, endurføðing, samleika og grøðing. - Fyri at byrja av nýggjum, má ein bróta sundur.

Fernisering verður fríggjadagin 4. oktober frá kl 16.00 til 19.00. 

Framsýningin kann vitjast gerandisdagar frá 14.00 til 17.00 og sunnudagar frá 15.00 til 18.00.