Heili átta bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt

Seks bilførarar fáa klipp í koyrikortið, og tveir mugu taka koyrikortið av nýggjum

Fyrrapartin í gjár var løgreglan aftur á ferð við radaranum. Tey vóru inni í Eysturoynni og har vóru átta bilførarar skrivaðir upp.

Seks av teimum koyrdu so skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið. Teir koyrdu allir nakrar og 70 kilometrar um tíman í bygdum øki, og ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman í óbygdum øki.

Men tveir av bilførarunum koyrdu so mikið skjótt, ella 116 og 117 kilometrar um tíman í óbygdum øki, og tað er so mikiå skjótt, at teir missa koyrikortið treytað. Tað merkir, at teir mugu taka koyrikortið av nýggjum, annars verður tað tikið.

Somuleiðis varð ein lastbilur steðgaður og tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði ov nógv í lastini, og tað fær førarin bót fyri.